90-ini eru hendingarrík ár í føroyskari telving. Nógv verður lagt fyri í landskappingini. Heili fýra feløg vinna FM hesi tíggju árini. Ongantíð hava so nógvir útlendskir telvarar sett sín dám á føroysku kappingina sum tey seinnu 90-árini. Summi feløg gingu undan og settu góðar telvarar sum leikandi venjarar í felagnum. Í so máta valdaði størri framskygni í føroyskari telving enn nú.
Fyrst í 90-unum – á sumri 1992 – koma tveir av heimsins bestu telvarum til Føroyar at vera eina tíð. Talvsamband Føroya fær hetta víðfevnda stig í lag. Telvararnir eru Predrag Nikolic og Ivan Sokolov úr Bosnia-Herzegovina. Teir eru í veruleikanum flóttamenn, tí kríggj herjar í heimlandinum. Klaksvíkar Talvfelag hýsir Nikolic, og Havnar Telvingarfelag Sokolov. Báðir taka sær fyri at venja telvararnar í hesum feløgum, og ivaleyst vekja teir ansin fyri telving millum teir yngstu.
90-ini eru kreppuár í Føroyum – serliga fyrru 90-ini. Tá fara nógvir telvarar eisini av landinum, ikki endiliga av kreppuni, men burtur at lesa. Flest allir savnaðust um føroyska talvfelagið í Keypmannahavn, sum kring aldamótið vann seg heilt upp í fremstu donsku deildina. So við og við kom meginparturin av føroysku talvútisetunum heim aftur, og tá endaði føroyska talvævintýrið í Danmark.
Útisetarnir ferðaðust kortini tíðum heim at vera við í dystum í føroysku landskappingini, og í árligu FM-einstaklingakappingunum um páskirnar vóru teir ídnir luttakarar.
Stórplássini Havnin og Klaksvík mundu eiga bróðirpartin av útisetatelvarunum. Feløgini har løgdu helst eisini størri dent á ungdómstelving enn hini feløgini, og mundu eisini vera tey, sum fingu meiri undan enn hini. Men í seinnu hálvu av 90-unum er tað Kollafjarðar Talvfelag, ið spennir seg mest út. Teir hava í nøkur ár svian Tiger Hillarp-Persson sum fastan venjara og leikandi venjara, og sum frá líður síggjast fleiri yngri telvarar koma undan, hin besti er Hans Kristian Simonsen.
Talvsamband Føroya spennir seg eisini út, og skipar í 1997 fyri fyrstu stóru altjóða talvkapping í Føroyuum, Visa Nordic Grand Prix. Her fingu føroyingar høvið til at síggja og telva ímóti nøkrum av teimum bestu úti í heimi. Peter Svidler, ið seinni hetta árið vann Russlandsmeistaraheitið á triðja sinni, vann kappingina í Føroyum.
Í føroysku landskappingini vóru harðar orrustur, bæði á talvborði og á skrivaraborði. Trætur trutu ikki, og kærumálini fuku um oyruni á teim telvandi í teimum spennandi 90-unum, tá flest øll feløgini kýttu seg av øllum alvi fyri at vinna. Ikki færri enn fýra feløg vunnu FM hetta baldruta tíggjuáraskeiðið; Havnar Telvingarfelag, Klaksvíkar Talvfelag, Kollafjarðar Talvfelag og Vestmanna Talvfelag.
Ár fyri ár
Niðanfyri síggjast yvirskriftir fyri hvørt av árunum í hesum tíggju ára skeiði.
Reglurnar eru leinki til hvørt av hesum árum. Tá klikt verður á, letur seg upp nýggj síða við stuttari frásøgn um kappingarárið og yvirlit yvir deildirnar.
Annað leinki inni í hesum greinum vísir til aðra síðu við nágreiniligum úrsliti fyri fremstu deildina.
1991 – klaksvíkingar spenna seg út
1992 – vestmenningar skúma róman
1993 – kollfirðingar vinna spurtin
1994 – í Kollafirði er ikki so galið
1995 – Havnin stingur seg upp ímillum
1996 – Klaksvík og Streymur í finalu
1997 – innrás av fremmandum telvarum
Talvsamband Føroya Faroechess