1994-95
So bragdaði aftur hjá havnarmonnum, sum annars ikki vunnu stórvegis í 90-árunum.
Kollfirðingar mundu hava búgvið seg út til eitt reint hattrikk, tí teir høvdu alla FM-manningina frá árunum fyri tøka til at endurvinna FM-heitið. Brøðurnir Torbjørn og Bernhard røktaðu fremru borðini, síðani Hans Jacob Petersen sum tann triði, men á fjórða borði skiftust unglingin Pól Martin Hansen, Heri Vernar Thomsen og Hanus Joensen um at telva.
Breiddin var heldur ikki at forsmáa hjá kollfirðingum. Góða úrslitið í 2. deild talaði fyri seg. Nú var eisini komin í gildi tann reglan, at nummar eitt í 2. deild flutti upp, sama um felagið var umboðað í bestu deildini framman undan.
Hjá havnarmonnum vóru eingi tekin hvørki í sól ella mána til, at teir fóru at vera mentir at vinna 1. deild. Tríggir av bestu unglingunum, sum allir høvdu roynt seg í bestu deildini, vóru nú farnir av landinum í lestrarørindum. Hesir vóru Rógvi W. Rasmussen, Herluf Hansen og Flóvin Tór Næs. Tann seinasti var farin á talveftirskúla í Danmark, og var tí væntandi aftur innan eitt ár.
Havnarmenn mannaðu seg eftir førimuni. Sámal Christiansen, sum í nøkur ár hevði telvað í Hósvíkar Talvfelag, har hann hevði búð í fleiri ár, vendi nú aftur til røturnar. Veturin 91/92 gjørdi hann eitt ordans lop á styrkilistanum frá 1905 upp í 2035 í einum høggi. Komandi árini kreyp hann upp aftur longur fram. Eggjaður av hesum framburði freistaðist hann av tankanum um 1. deildartelving í sigursvanda barndómsfelagnum. Andrias Ziska, sum av familjuávum hevði lagt telvingina til síðis í nøkur ár, var annar kærkomin styrkur. Hinir, ið vóru fastir á liðnum, vóru Luitjen Apol og Suni Merkistein. Onkursvegna riggaði henda manningin væl saman. Flest allir avrikaðu væl yvir miðal hendan veturin.
Tað gjørdist nú ein spennandi kapprenning millum Havnina og Kollafjørð.
Trætumál
Eftir áttanda umfar stendur á jøvnum millum oddaliðini bæði. Spenningurin er av tí mesta. Í níggjunda umfari skulu kollfirðingar og klaksvíkingar telva sínamillum, og havnarmenn og gøtumenn.
Kappingarstjórin, Niclas Joensen, er ikki kunnaður um, at føroyskir telvarar skulu til Íslands í norðurlandameistarakapping fyri unglingar um miðjan februar, tá níggjunda umfar er ásett at vera. Tveir av yngri monnunum á 1. liði hjá Klaksvíkar Talvfelag, Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang, skulu við, men kappingarstjórin er ikki sinnaður at útseta dystin millum Klaksvík og Kollafjørð.
Og so festir í. Serliga havnarmenn gera vart við sína misnøgd, teir halda, at kappingarstjórin er ógegnigur, og venda sær til Talvsamband Føroya. Í Dimmalætting er nakað av skriving um málið, kappingarstjórin ger í skrivi støðu sína greiða og krevur, at telvast skal eftir kappingarskipanini. Endin er, at nevndin í Talvsambandi Føroya av sínum eintingum tekur avgerð um at útseta níggjunda umfar frá sunnudegnum 12. februar til sunnudagin 19. februar.
Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang vóru tí við á klaksvíksliðnum, sum tann dagin óvæntað koppaði kollafjarðarliðnum við 2½-1½ sigri. Sama dag vunnu havnarmenn 3½-½ í Gøtu, og vóru tí brádliga tvey stig fremstir áðrenn seinasta umfar.
Í seinastu dystunum, ið vórðu telvaðir sum felagsumfar í Eysturskúlanum í Havn leygardagin 25. februar, vunnu havnarmenn 2½-1½ á klaksvíkingum, og við sama úrsliti vunnu kollfirðingar á sundalagsmonnum.
Kollfirðingar fingu ikki sítt hattrikk, men teir vunnu 2. deild og fóru tí at hava tvey lið í bestu deildini árið eftir.
Havnarmenn frøddust sum vera man um óvæntaða FM-sigurin.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1994/95
2. deild
1. Kollafjørður 26
2. Havnin 24½
3. Sandavágur 22½
4. Klaksvík 18
5. Vestmanna 17½
6. Sumba 11
3. deild
1. Havnin A. 41
2. Havnin B. 39
3. Rókur 27½
4. Klaksvík 27
5. Leirvík A. 27
6. Sandavágur 26½
7. Sumba 25½
8. Leirvík B. 5½
Talvsamband Føroya Faroechess