Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Høgni vann KTF Kvik – 30 telvarar luttóku

Høgni vann KTF Kvik – 30 telvarar luttóku

Leygardagin 24. oktober varð GP-kappingin KTF Kvik telvað í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Undirtøkan var sera góð, og heili 30 telvarar luttóku í kappingini.

Telvað vórðu sjey umfør, og Høgni Egilstoft Nielsen gjørdist vinnari við 6,5 stigum av sjey møguligum. Finnbjørn Vang gjørdist nummar tvey við seks stigum, meðan Elias Petersen endaði á triðja plássi við 5,5 stigum.

Endaliga úrslitið í toppinum

Pláss Telvari Stig
1. Høgni Egilstoft Nielsen 6,5
2. Finnbjørn Vang 6
3. Elias Petersen 5,5

Umframt virðislønirnar til teir tríggjar fremstu vórðu eisini ratingsvirðislønir latnar.

Ratingsvirðislønir

Bólkur Vinnari
Undir 2000 Rókur Davidsen
Undir 1750 Andrew Xin
Undir 1600 Sámal Nesá

Øll úrslitini kunnu síggjast her: Úrslit

KTF Kvik var onnur kappingin í Grand Prix-røðini 2026/27. Samlaða støðan eftir tvær kappingar sæst á myndini niðanfyri.

 

Sí eisini

Gentukapping í Sandavági

Leygardagin 17. oktober varð gentukapping í Sandavági. Seks gentur luttóku í kappingini, og tær vóru …