Leygardagin 17. oktober varð gentukapping í Sandavági. Seks gentur luttóku í kappingini, og tær vóru í aldrinum frá 4. flokki og niður í undir skúlaaldur.
Telvað varð eftir einum leisti, har allar genturnar møttu hvørjari aðrari. Sostatt fekk hvør genta fimm talv.
Glóa Vón Sølvadóttir vann kappingina við fullum stigatali, fimm stigum av fimm møguligum. Nummar tvey gjørdist Vióla Várardóttir Kapnas við 3,5 stigum, meðan Úlvhild Kjærbæk við Høgadalsá gjørdist nummar trý við trimum stigum.
Endaliga úrslitið í toppinum:
- Glóa Vón Sølvadóttir – 5 stig
- Vióla Várardóttir Kapnas – 3,5 stig
- Úlvhild Kjærbæk við Høgadalsá – 3 stig
Øll úrslitini eru at finna her: Úrslit
Umframt heiðursmerkini til tær tríggjar fremstu vórðu eisini heiðursmerkir latin gentunum í 2. flokki og yngri. Sostatt fingu allar seks genturnar heiðursmerki.
Endamálið við gentukappingunum er at fáa fleiri gentur at luttaka í talvkappingum og geva teimum møguleika at telva móti øðrum gentum.
Næsta gentukapping verður í Havn leygardagin 31. oktober. Vónandi verða enn fleiri gentur við tá.

Talvsamband Føroya Faroechess