1997-98
Nú eydnaðist kollfirðingum at vinna.
Hesaferð skuldi allur ivi beinast av vegnum. Teir høvdu tí bæði Tiger Hillarp-Persson og Steffen Pedersen á 1. liði, tá tørvur var á tí. Vanliga manningin var Tiger ella Steffen, og á hinum borðunum høvdu teir brøðurnar Torbjørn og Bernhard og so tann unga, evnaríka Poul Martin Hansen á fjórða borði.
Í trimum dystum settu kollfirðingar trumf á við bæði Tiger og Steffen á ovaru borðunum. Hetta var í báðum dystunum móti Havnini og í fyrra dystinum móti klaksvíkingum – sum eitt takk fyri síðst kanska.
Kollfirðingar høvdu tó hvørki Tiger ella Steffen við í seinasta umfari, í staðin høvdu teir sent boð eftir Leif Kristensen, sum í nøkur ár í 80-unum telvaði við gøtumonnum. Hann gjørdist so triði útlendski telvarin á liðnum hjá Kollafjarðar Talvfelag hendan veturin.
Aðrir fingu eisini brell. Í eini roynd at lívbjarga sær í deildini høvdu vestmenningar styrkt seg við danska altjóða meistaranum Jacob Aagaard í seinasta umfari aftrat John Rødgaard, men tað rakk ikki kortini.
Klaksvíkingar høvdu at kalla somu manning sum árið fyri, Haldur S. Johansen, ið nú var heimfluttur, legðist aftrat FM-manningin frá árinum fyri. Men klaksvíkingar taptu eisini dystin um annaðplássið fyri havnarmonnum, sum høvdu eitt gott kappingarár, men móti væl bólstraða KT-liðnum gjørdist tó einki hjá Havnini.
Sundalagsmenn endaðu trygt í miðjuni. Manningin var framvegis Finnbjørn, Martin, Gunnar og Bergur. Sámal Christiansen, sum hevði telvað við havnarmonnum í nøkur ár, var kærkomin stykur hjá felagnum, sum hevði tørv á munagóðum tiltaksmonnum.
Annað lið hjá klaksvíkingum var ment at vera hangandi í deildini, men tað var í harðari kapping við vestmenningar, ið gjørdust ov stuttir.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1997/98
2. deild
1. Toftir 29
2. Kollafjørður 26
3. Havnin B. 25
4. Havnin A.16
5. Kollafjørður 14½
6. Gøta 9½
3. deild
1. Havnin
2. Sandavágur
3. Kollafjørður
4. Klaksvík
Finala í 3. deild:
Havnin – Sandavágur 5 – 3
Unglingar
1. Havnin 13
2. Klaksvík A. 10½
3. Klaksvík B.
Dreingir
1. Kollafjørður 25
2. Havnin A. 24½
3. Rókur (Oyri) 17½
4. Havnin B. 6½
5. Vestmanna 6
Talvsamband Føroya Faroechess