
1990-91
So bragdaði á øðrum sinni hjá Klaksvíkar Talvfelag.
At nógvir skikkaðir telvarar vóru í Klaksvík hesa tíðina er talið á 1. liðstelvarum henda veturin gott dømi um. Ikki færri enn tíggju mans skiftust at manna tey fýra borðini.
Klaksvíkingum var greitt, at vaksandi talið á talvútisetum var ein avbjóðing hjá felagnum. Fyri at fáa teimum størri leiklut í føroysku landskappingini, vórðu nýggjar leiðir gingnar. Felagið vendi sær til ymsar stuðlar í royndunum at manna liðið av einslistum. Um hetta mundið vóru Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Haldur S. Johansen burturstaddir, men greitt var, at teir kundu gera góðan mun.
Føroyameistarnir í Havnar Telvingarfelag høvdu mist akkersmannin Luitjen Apol, sum nú fekk sær ein tvey ára steðg eftir at hava verið fastur maður mestsum øll tjúgu árini, frá tí at kappingin byrjaði. Hinir fýra av FM-manningini árið fyri telvaðu flest allar dystirnar. Býtið var helvt um helvt tveir royndir og tilkomnir – Jóan Pætur Midjord og Súni Ziska – og tveir ungir og framfýsnir – Jóan Hendrik Andreasen og Suni Merkistein.
Vestmenningar, sum árið fyri fluttu upp, høvdu útvegað sær munagóðan styrk. John Rødgaard hevði nú forlovað seg við Vestmanna Talvfelag, og tað gjørdist sum kunnugt ein drúgv kærleikssøga. Annar nýggjur telvari hjá vestmenningum var hin læknalesandi saksuningurin Hanus Hansen – í dag Hanus á Lógv. Øllum var greitt, at vestmenningar nú høvdu eina manning, sum kundi gera bart.
Rok um toppdyst
Við John Rødgaard sum týðandi buli á fyrsta borði løgdu vestmenningar seg á odda, men tá ið kappingin var komin í helvt, vóru klaksvíkingar og havnarmenn beint í hølunum á teimum.
So kemur sætta umfar. Felagsumfar í Klaksvík 13. januar 1991. Klaksvík og Havnin møtast. Hávetur er, og ivasom koyrilíkindi í ringa veðrinum. Havnarmenn vilja útseta, men klaksvíkingar vilja telva. Kappingarstjórin Per Petersen gongur ynskinum hjá Havnar Telvingarfelag á møti og útsetur dystin.
Klaksvíkingar kæra til kappingarnevndina, og fáa viðhald. Onnur lið vunnu fram til Klaksvíkar, hartil var kappingarstjórin ógegnigur sum limur í Havnar Telvingarfelag, var sagt. Havnin var dømd at tapa 4-0. Havnar Telvingarfelag kærir nú úrskurðin fyri Dómsnevndina, sum gevur teimum viðhald og ásetur nýggjan dyst. Ført var millum annað fram, at Oyggjarvegurin var stóra avbjóðingin hjá havnarmonnum, og honum sluppu hinar manningarnar undan henda dagin. Koyrandi var ikki í Kaldbakstunnlinum fyrr enn árið eftir.
Avrátt var nú, at umstríddi dysturin skuldi telvast leygardagin 23. februar – dagin fyri seinasta leikumfar. Nógv var gjørt burturúr útsetta dystinum, sum skuldi telvast í Ósaskúlanum. Dysturin hevði fingið støðu sum FM-finalubrak. Stórur spenningur valdaði. Vestmanna hevði 20½ stig, Klaksvík 19½ og Havnin 19.
Allir tríggir útisetarnir hjá klaksvíkingum vóru komnir heim til dystin. Rani Nolsøe telvaði ikki sjálvur, í staðin átók hann sær leiklutin at kunna mongu áskoðararnar um gongdina á øllum fýra borðum í dystinum á serligum stórborðum, sum vóru sett upp í stóra skúlasalinum. Norðlýsið skrivaði, at háspenningur var í luftini.
Tað gjørdist ein góður dagur í Klaksvík, tí teir vunnu 3-1 á havnarmonnum, og vóru nú av álvara á FM-kós.
Heini í toppform
Og dagin eftir fullførdu klaksvíkingar setningin í Havn. Við 3-1 sigri á botnliðnum Streymi var FM-sigurin vísur. Havnarmenn knógvaðu tepran sigur á vestmenningum, og otaðu seg soleiðis eina sponn fram um vestmenningar í endaligu røðini.
Klaksvíkingar høvdu nú sett seg á føroyska talvtindin. Í tíðindaskrivi í miðlunum nýtir Klaksvíkar Talvfelag høvið at takka sínum sponsorum, Norðoya Sparikassa, Atlantic Airways, Shell og Tryggingarsambandinum.
Stóri sigursharrin hjá klaksvíkingum var Heini Olsen á 1. borði. Hann fekk sjey stig í tíggju dystum, somu úrtøku sum John Rødgaard. Heini hevði nú verið ósigraður í føroysku landskappingini í trý ár. Og á páskum seinni hetta árið vann hann sítt annað FM-heiti sum einstaklingur, og hitt fyrsta av trimum, sum hann vann í eitt koyr árini frá 1991 til 1993.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1990/91
2. deild
1. Kollafjørður 27
2. Sandavágur 25
3. Gøta 19
4. Havnin 18½
5. Runavík 17
6. Toftir 13½
3. deild (vestur)
1. Sandavágur 24
2. Vestmanna 23½
3. Toftir 17
4. Kollafjørður 15½
3. deild (suður)
1. Mimir 22½
2. Havnin 22
3. Rókur 19
4. Klaksvík 15½
5. Deyvafelagið 1
3. (eystur)
1. Hósvík 27½
2. Havnin 24
3. Toftir 10½
4. Streymur 9
5. Klaksvík 9
Finalur
3 mars Sandavágur – Mimir 1 – 3
10 mars Mimir – Hósvík 1 – 3
17 mars Sandavágur – Hósvík ?
Vinnari í 3. deild: Hósvík
Talvsamband Føroya Faroechess