Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1993 – kollfirðingar vinna spurtin
Kollfirðingar vinna meistaraheitið. F.v.: Torbjørn Thomsen, Bernhard Thomsen, Hans Jacob Petersen og Hanus Joensen.

1993 – kollfirðingar vinna spurtin

1992-93

Tjúgu ár eftir FM-sigurin í 1973 var Kollafjarðar Talvfelag aftur á tindinum.

Tað gjørdist ein jøvn og spennandi kapping millum Kollafjørð, Havnina og Klaksvík. Bara hálvtannað stig skilti tey trý liðini fyri seinasta umfar.

Føroyameistarnir dumpaðu. Høgt at sveima, djúpt at falla. John Rødgaard var ovurstórur missur. Hann var farin í starv sum talvlærari í Danmark á Tjele Eftirskúla, og fýra ár gingu til hann flutti aftur til Føroyar. Vestmenningar endaðu aftast, og fluttu tí sum meistaralið úr deildini.

Streymur stríddist eisini við fráflyting. Finnbjørn Zachariassen var í lestri uttanlands, og Hanus Brekká var fluttur til Danmarkar longu í 1987. 

Havnar Telvingarfelag misti eisini góðan ungdóm. Jóan Hendrik Andreasen, sum hevði verið ein av toppskjúttunum síðan hann kom á 1. lið longu blaðungur, flutti niður at lesa eftir ólavsøku 1992. Sama veg fór 18 ára gamli skopuningurin John Arni Nilssen, sum hevði verið á 1. liði hjá Havnini árið fyri. Hetta var rímiligt stórur smeitur. Men felagið hevði góðar, ungar telvarar á bráðpannuni. Ein var 19 ára gamli Rógvi W. Rasmussen, sum fekk eina flúgvandi byrjan á 1. liði við hálvum sjeynda stigi í sjey dystum. Hetta boðaði frá góðum. Javnaldurin Herluf Hansen fekk eisini sín dóp á besta liðnum. Annar, sum varð grýttur fyri leyvurnar, var hin einans fimtan ára gamli Flóvin Tór Næs. Hartil komu bæði Luitjen Apol, Súni Ziska og Andrias Ziska afturíaftur.

Hjá klaksvíkingum lá nógv á føroyameistaranum Heina Olsen. Bróðirin Wille taldist nú millum teir, sum vóru farnir burtur at útbúgva seg, so hjá teimum ráddi eisini um at fáa ungar telvarar undan. Ein, ið fekk sínar fyrstu dystir á besta liðnum var hin blaðungi Ólavur Simonsen. Útisetarnir vóru við, tá ið teir vóru staddir í Føroyum, og tað hendi viðhvørt.

Men kollfirðingar vunnu. Fasta manningin vóru brøðurnir Torbjørn og Bernhard Thomsen, Hans Jacob Petersen og Heri Verner Thomsen, sum hevði verið unglingaføroyameistari tólv ár framman undan. Bernhard, Hans Jacob og Heri høvdu allir dygga úrtøku, sum munaði væl.

Í seinasta umfari, sum var felagsumfar í Ósaskúlanum í Klaksvík, kom rættiligur spenningur í, tí kollfirðingar máttu sættast við tepran sigur á grannunum úr Sundalagnum. Eina løtu spøkti ein 4-0 sigur til Havnina móti Klaksvík. Tað hevði sløkt FM-dreymin hjá kollfirðingum, men klaksvíkingurin Símun Petur Anthoniussen kom sperdu kollfirðingunum til hjálpar við at vinna á Súna Ziska. Súna nýttist kortini ikki at kenna seg sum syndabukk, tí á sama liði mundu aðrir eisini iðra seg um heldur laka úrtøku hendan veturin.

Tað segðist, at pápi Símun Petur Anthoniussen var ógvuliga errin av soninum henda dagin, ikki tí at klaksvíkingar endiliga gjørdu hol í sjógvin, men stigið, ið sonurin fekk, bar í sær, at havnarmenn ikki vunnu – og tað var gott!

Havnin vann í øllum hinum deildunum, men í 1. deild restaði eitt stig í.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1992/93

2. deild

1. Havnin 32

2. Toftir 23½

3. Sandavágur 23½

4. Kollafjørður 18½

5. Runavík 17½

6. Hósvík 5

3. deild (A)

1. Havnin 29½

2. Gøta 27½

3. Klaksvík 27

4. Streymur 13

5. Leirvík 13

6. Toftir 10

3. deild (B)

1. Havnin 28

2. Vestmanna 26

3. Sandavágur 24½

4. Rókur 20

5. Klaksvík 17½

6. Gøta 4

Finala í 3. deild

Havnin A. – Havnin B. 7 – 5

Unglingar

1. Havnin 24½

2. Leirvík 24

3. Klaksvík 22

4. Leirvík b. 1½

Sí eisini

1999 –  Klaksvík aftur best

1998-99 Kollfirðingar tóktust heldur maktaðir eftir ódnartakið árið fyri, og orkaðu ikki at kappast við …