Sunnudagin 25. oktober skipaði Stranda Talvfelag fyri liðkapping fyri børn á Strondum. Undirtøkan var sera góð, og heili 14 lið við til samans gott 60 telvarum luttóku í kappingini.
Kappingin var sera væl fyriskipað av Stranda Talvfelag, og børnini hugnaðu sær við talvborðini. Telvað varð í tveimum bólkum, einum fyri børn í 4. flokki og yngri og einum fyri børn í 5. flokki og eldri.
Í báðum bólkunum vórðu fimm umfør telvað. Til hesar kappingarnar verður dentur lagdur á, at øll skulu hava ein góða uppliving framum úrslitini. Tó hava úrslitini heldur ikki einki at siga. Tey síggjast niðanfyri:
Góð undirtøka og hugnaligur dagur
Við 14 liðum og gott 60 telvarum var talan um eina sera góða undirtøku. Tað er gleðiligt at síggja so nógv børn savnast til talvkappingar, har bæði kapping og felagsskapur eru í hásæti.
Stranda Talvfelag eigur stóra tøkk uppiborna fyri eina sera væl fyriskipaða kapping.
Næsta barnakapping
Næsta kapping fyri børn verður gentukappingin í Havn leygardagin 31. oktober kl. 11.00.
Allar gentur eru vælkomnar at luttaka, eisini tær, sum ikki hava roynt seg í talvkapping áður. Vónandi verða nógvar gentur við til kappingina.

Talvsamband Føroya Faroechess