Aldaskiftið ber eisini í sær eitt ættarliðsskifti í føroyskari telving. Yngri telvarar eiga nú pallin. Tá ið Havnar Telvingarfelag vinnur FM-heitið ár 2000 er miðalaldurin á manningini tann seinasta kappingardagin undir 19 ár.
Nógvir nýggir telvarar, sum eru úrslit av góðum ungdómsarbeiði í Klaksvík í 90-unum, fara at síggjast á 1. liði árini eftir aldaskiftið.
Nógvir av teimum, sum hava myndað toppliðini fyri aldaskiftið, hvørva so líðandi. Nøvn sum Luitjen Apol og Súni Ziska og onnur við teimum í Havn eru brádliga burtur. Sama er aðrastaðni. Útskifting er nátúrlig.
Ein riðil av føroyskum telvarum eru virknir í Keypmannahavn. Nettupp tey fyrstu árini eftir aldaskiftið kappast Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn í fremstu donsku deildini.
Røringur er eisini í Føroyum. Kasparov vitjar í Føroyum á sumri 2001, og ungir føroyskir telvarar forvinna hesi árini fleiri IM-normar, John Arni Nilssen verður sum hin fyrsti eftir John Rødgaard altjóða meistari í 2006.
Hørð kapping er um meistaraheitið í landskappingini í 0-unum. Fleiri ferðir er ógvuliga stutt millum oddaliðini. Kappingin stendur aloftast millum Havnina og Klaksvík, men vestmenningar gera eisini um seg.
Føroyskir telvarar fara nú í størri mun at flyta millum feløg. Tað var rárasta hending fyrr, men nú kemur fleiri ferðir fyri, at góður telvari fer frá sínum felag í annað felag at telva, og tað hevur stundum stóra ávirkan á gongdina í kappingini.
Nýtt yvirlit
Vit seta upp úrslitini til og við 2007.
Úrslitini frá 2008 og fram eftir hava framman undan verið talgildað á altjóða talvdátugrunninum chess-results.com. Vit fara kortini at krøkja nýggju árini (2008-2026) upp í gomlu árini (1971-2007), sum vit hava roynt at fáa greiði á við umfatandi rannsóknum. Fyri fyrst verður tó eingin tekstur skrivaður um hesi árini. Yvirlitið verður at síggja undir hagtølum og FM-røðina í 1. deild.
Vónandi fer at bera til at útbyggja hetta yvirlit so hvørt. 70-árini eru sum kunnugt rættiliga ófullfíggjað, kanska fer sum frá líður at eydnast at fáa ment yvirlitið við góðari hjálp. Stuttligt hevði eisini verið at fingið talv inntøppað, men tað er ein verkætlan fyri seg. Sama kann sigast um at fáa aðrar deildir enn bara 1. deild upp í hetta yvirlit.
Ár fyri ár
Niðanfyri síggjast yvirskriftir fyri hvørt av árunum í 0-unum fram til 2007.
Reglurnar eru leinki til hvørt av hesum árum. Tá klikt verður á, letur seg upp nýggj síða við stuttari frásøgn um kappingarárið og yvirlit yvir deildirnar.
Annað leinki inni í hesum greinum vísir til aðra síðu við nágreiniligum úrsliti fyri fremstu deildina.
2000 – Havnin og Klaksvík í serflokki
2001 – Havnin best í linligum ári
2002 – vestmenningar vinna FM-finaludyst
2003 – jøvn og spennandi kapping
2005 – Havnin og Klaksvík í FM-finalubraki
Talvsamband Føroya Faroechess