1989-90
Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið.
Sigurin var lutfalsliga tryggur og sannførandi. Ein føst kjarna myndaði liðið; í alt fimm telvarar skiftust, tríggir høvdu fína avriksúrtøku; Jóan P. Midjord, Jóan Hendrik Andreasen og Súni Ziska. Bara Heini Danielsen var farin burtur úr FM-manningini frá árinum fyri; hann var nú undir útbúgving í Danmark.
Kollfirðingar og klaksvíkingar vóru argastu kappingarneytar, men vóru kortini ikki mentir av álvara at hótta havnarmenn, sum vóru bestir annað árið á rað.
Kollfirðingar høvdu somu manning sum árið fyri, klaksvíkingar høvdu fingið Símun Absalonsen, sum í 1978 telvaði umdyst um FM-heitið, at leggja í vaðið aftur, nú útisetar sum Steintór, Rani og Haldur ikki vóru tøkir.
Toftamenn høvdu fingið munagóðan styrk, tað var danin Arne Præstholm, sum ikki var sørur telvari. Sundalagsmenn høvdu sær sjálvum líkir smalan hóp. Finnbjørn Zachariassen var ikki við henda veturin, ei heldur Hanus Brekká, men Henrik Eskildsen var hollur avloysari á fjórða borði.
Sandavágsmenn máttu aftur tungu gongdina niður í aðru deild. Torkil Nielsen var nógv upptikin av fótbólti um hetta mundið, men fekk kortini verið við í flestu dystunum. Strandingurin Andras Danielsen telvaði nakrar dystir við vágamonnum hendan veturin, men tað rakk ikki kortini.
Annars hendi tað, at felagið Rókur í Skopun vann FM-kappingina fyri dreingir. Á liðnum vóru John Arni Nilssen, Frank Jacobsen, Øssur Joensen og Dan Kári Joensen.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1989/90
2. deild
1. Vestmanna 24½
2. Toftir 23½
3. Runavík 19½
4. Gøta 19½
5. Kollafjørður 18½
6. Havnin 14½
3. deild (vestur)
1. Hósvík 19
2. Miðvágur 14½
3. Havnin 9½
4. Sandavágur 5
3. deild (eystur)
1. Havnin 25½
2. Toftir 21
3. Klaksvík 15
4. Gøta 13½
5. Streymur 5
Finala í 3. deild
Havnin – Hósvík 5½ – 4½
Unglingar
vinnari: Rókur
Talvsamband Føroya Faroechess