Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1997 – innrás av fremmandum telvarum

1997 – innrás av fremmandum telvarum

1996-97

Eitt rokaligt ár.

Klaksvíkingar endurvunnu meistaraheitið við somu manning sum árið fyri. Rani, Steintór, Ólavur og Finnbjørn. Men søgan er longri enn so.

Kollfirðingar høvdu rættiliga spent seg út. Teir høvdu fingið svenska altjóða meistaran Tiger Hillarp-Persson sum leikandi venjara. Hann hevði um heystið umboðað Svøríki á talvolympiaduni í Armenia, og nú setti hann seg niður í Kollafirði. Stutt eftir kom annar sterkur norðurlendskur telvari til Kollafjarðar. Hetta var danin Steffen Pedersen, eisini altjóða meistari, seinni danskur meistari og OL-telvari. Teir telvaðu á hvør sínum KT-liði í 1. deild.

John Rødgaard var triði altjóða meistarin í føroysku kappingini. John var fluttur aftur til Føroyar eftir nøkur ár sum talvlærari á donskum eftirskúla, og við honum styrknaði liðið hjá Vestmanna Talvfelag av álvara.

Havnar Telvingarfelag hevði eisini fingið nýggjan danskan telvara. Torben Østergreen-Johansen var komin í starv sum dómarafulltrúi í Føroya Rætti, og gjørdist brátt fastur maður á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag. Tá ið hann var upp á tað besta nøkur ár framman undan, var ELO-tal hansara 2300. Annar nýggjur telvari á 1. liði var unglingi, klaktur í felagnum, 17 ára gamli Carl Eli Samuelsen, sum hevði verið eitt ár á talveftirskúla í Danmark. 

Kappingin gjørdist ógvuliga spennandi – bæði í toppi og botni. 

Eftir áttanda umfar var A-liðið hjá Kollafirði á odda, men klaksvíkingar vóru beint í hølunum á teimum. Kollafjørður hevði 21 stig, Klaksvík 20. Hini fýra liðini trokaðust fyri seg í einum rulki, Havnin og Vestmanna høvdu 14 stig, Kollafjørður B og Streymur høvdu 13½ stig.

Stórmeistarar festa í

Í níggunda umfari kemur eldur í. Klaksvíkingar, sum hava toppdyst móti Kollafirði A, og havnarmenn, sum hava týðandi dyst móti Kollafirði B, hava hvør sín stórmeistara á liðnum henda dagin.

Sterka Nordic Vica Grand Prix kappingin í Norðurlandahúsinum var júst liðug, og nakrir sterkir telvarar gingu enn og mólu í havnargøtum. Bretin Stuart Conquest steðgaði so mikið leingi, at klaksvíkingar fingu avtalu við hann um at telva móti svenska tikarinum. Og havnarmenn beittu bosniska stórtelvaran Ivan Sokolov á Steffen Pedersen.

Hetta gjørdist ein óeydnisdagur við lít hjá Kollafjarðar Talvfelag, tí bæði liðini taptu 4-0. 

Kollafjarðar Talvfelag sendi kappingarleiðaranum kæru um hesar báðar dystir. Víst verður á, at sambært lóg galdandi fyri liðkappingina, grein 9, stk b. viðvíkjandi spæliloyvi, høvdu Klaksvíkar Talvfelag og Havnar Telvingarfelag brúkt útlendsku stórmeistararnar í heimildarloysi. Reglan ásetur, at kappingarleiðarin skal hava skrivliga fráboðan um limaskap leikarans frá tí felagi, ið hann kemur til. Kappingarleiðarin fekk 21. februar 1997 skriv frá báðum feløgunum um nýggju telvararnar – tveir dagar áðrenn níggjunda leikumfar – men her var eingin váttan um limaskap í nøkrum felag. Kollafjarðar Talvfelag krevur, at dystirnir verða annaðhvørt telvaðir av nýggjum, ella at KTF og HT verða dømd at tapa 4-0.

Kappingarleiðarin, Niclas M. Joensen, metir seg at vera ógegnigan, og sendir tí kappingarnevndini málið. Í viðtal við Sosialin upplýsir formaðurin í Talvsambandi Føroya, Jákup Mikkelsen, ið eisini er limur í Klaksvíkar Talvfelag, at stykki B og C í áðurnevndu grein 9 eru ikki samtykt á aðalfundi hjá Talvsambandinum, men eru tvørturímóti av misgáum skrivaðar upp í lógina.  

– Hasi bæði stykkini eru av misgáum skrivað í lógirnar, og hava tí ikki gildi. Men fólk, ið vóru á seinasta aðalfundi, vóru samd um, at arbeiðast skuldi víðari við hesum báðum brotunum, áðrenn tey kundu samtykkjast, sigur Jákup Mikkelsen við Sosialin.

Í Kollafjarðar Talvfelag undrast tey stórliga, at Talvsambandið hevur latið prentað eina reglugerð, sum ikki hevur gildi, og at eingin hevur gjørt vart við hetta fyrr enn nú.

Einki frættist aftur alment um kæruviðgerðina ella niðurstøður hjá kappingarnevnd og møguliga dómsnevnd við í hesum máli, men sum skilst  fekk Kollafjarðar Talvfelag ikki viðhald í síni kæru. Klaksvíkar Talvfelag vann FM-heitið, og Kollafjørður B flutti niður í 2. deild.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1996/97

2. deild

1. Klaksvík 26½

2. Havnin A. 23½

3. Havnin B. 20½

4. Toftir 19½

5. Kollafjørður 17½

6. Sandavágur 12½

3. deild (A)

1. Gøta 19½

2. Klaksvík 19½

3. Runavík 17

4. Kollafjørður 15

5. Sandavágur 12

3. deild (B)

1. Vestmanna 23½

2. Havnin 20

3. Sumba 18

4. Rókur 10

5. Kollafjørður 8½

Finala: Gøta – Vestmanna

Dreingir

1. Havnin 32

2. Klaksvík 27

3. Kollafjørður 20

4. Rókur (Oyri) 11½

5. Runavík 2½

Sí eisini

1999 –  Klaksvík aftur best

1998-99 Kollfirðingar tóktust heldur maktaðir eftir ódnartakið árið fyri, og orkaðu ikki at kappast við …