
1993-94
Kollfirðingar endurvunnu FM-heitið – hesaferð var sigurin uppaftur tryggari enn árið fyri.
Manningin var hin sama. Hóast hetta vóru hervilig kreppuár í Føroyum við nógvari burturflyting, so fór eingin burturav hjá Kollafjarðar Talvfelag hesi árini. Telvararnir vóru javnt sterkir, og avrikaðu allir yvir miðal. Torbjørn Thomsen, sum vann FM-heitið í einstaklingakappingini á páskum hetta árið, fekk heili átta stig á 1. borði hendan veturin.
Mestu kappingina fingu kollfirðingar frá grannunum í Sundalagnum. Finnbjørn Zachariassen var afturkomin, og var fastur maður saman við Martin Brekká, Gunnari Joensen og Bergi Magnussen. Fjórða hjólið á FM-liðnum hjá Streymi í 1986, Hanus Brekká, hevði búsett seg í Danmark.
Klaksvíkingar høvdu nú mist føroyameistaran Heina Olsen. Hann var nú lagstur aftrat tí stóra skaranum av føroyskum telvarum, sum vóru staddir í Keypmannahavn hesi árini. Tað var rímiligt missur, ið merktist. Tað gleðiliga var tó, at nógvir góðir, yngri telvarar komu undan kavi í Klaksvík hesa tíðina. Góðu úrslitini í unglingadeildini tala fyri seg.
Havnarmenn endaðu í ongamannalandi, vóru hvørki við í FM-stríðnum og ei heldur í nøkrum niðurflytingarvanda. Eldsálin Jóan Pætur Midjord var nú farin av havnarliðnum. Hann hevði verið við øll árini heilt frá byrjan. Nú fór hann, sum so mangir aðrir føroyingar hesi árini, av landinum. Hóast Jóan Pætur seinni flutti heim aftur, fór hann ongantíð aftur at telva.
Tað gleðiliga er tó, at nýggj talvfeløg koma í ljósmála. Leirvíkar Talvfelag byrjaði árið fyri, og nú sást hitt nýstovnaða Sumbiar Talvfelag, ið soleiðis limaði Suðuroynna upp í føroyska telving.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1993/94
2. deild
1. Havnin 29
2. Kollafjørður 24
3. Gøta 18
4. Sandavágur 16½
5. Vestmanna 16½
6. Toftir 12½
3. deild
1. Havnin B. 39½
2. Havnin A. 37½
3. Klaksvík 36½
4. Sumba 26
5. Streymur 22½
6. Rókur 21
7. Vestmanna 20½
8. Leirvík 16½
Unglingar
1. Klaksvík A. 32½
2. Klaksvík B. 23½
3. Havnin 22½
4. Leirvík A. 20
5. Sumba 17½
6. Leirvík B. 4
Talvsamband Føroya Faroechess