Reglur fyri FM einstaklingakappingina
§1 – Vanligar treytir
Kappingin verður skipað undir hesum nevndum og leiðara:
Nevnd Talvsambandsins
Fyrireikandi felag
Kappingarleiðara
§2 – Fyrireikarar av einstaklingakapping
Fyrireikandi felag leggur øll viðurskifti í sambandi við kappingina til rættis og skal harumframt syrgja fyri:
at ein ella fleiri kappingarleiðarar verða settir
at ein trímannað kappingarnevnd verður vald
at bólkasundurbýti og lutakast fara fram eftir reglunum í innbjóðingini
§3 – Kappingarleiðari
Kappingarleiðarin (hereftir kallaður “KL”) verður settur av fyrireikandi felagnum smb. §5.
KL leiðir kappingina, meðan hon fer fram. Trætumál skal KL avgera eftir galdandi kappingarreglum.
Innan 7 dagar eftir seinasta leikumfar, skal KL hava sent ratingnevdini eitt útfylt frágreiðingarblað um kappingina.
KL kann ikki sjálvur luttaka í kappingini.
§4 – Kappingarnevndin
Kappingarnevnin (hereftir kallað “KN”) verður sett av fyrireikandi felagnum. KN avger øll mál, ið verða skotin inn fyri nevndina og mál, sum KL ikki sjálvur kann avgreiða.
Vísur telvari ósømiligan atburð ella noktar at taka við úrskurðinum í einum kærumáli, hevur KN rætt at geva viðkomandi telvara ávaring ella vísa honum burtur frá kappingini í eitt ávíst tíðarskeið. Telvarin fær boð um ávaringina/útihýsingina, samstundis sum hetta verður ført á leikkortið.
§5 – Leiktíð
Vanlig leiktíð: Um ikki annað er tilskilað, hevur hvør telvari 2 tímar til fyrstu 40 leikirnar og síðani ein tíma til hvørjar 20 leikir. Tó telvar veteranbólkurin við styttari leiktíð.
Onnur leiktíð: Í innbjóðingini verður leiktíðin ofta ásett soleiðis:
1. Fyrst 2 ella 2½ tíma til ávíst tal av leikum
2. Síðani 1 tíma til næsta ásetta leiktalið
3. At enda millum 16 og 23 leikir til hvønn tíma.
§6 – Frávera
Ber telvara ikki til at møta upp, eigur hann í góðari tíð at boða frá. Vantandi avboð verður mett sum ósømiligur atburður og kann revsast eftir §4.
§7 – Geva úrslit upp
Vinnarin skal beinanvegin, tá talvið er liðugt, siga KL frá úrslitinum. Endar talvið við javnleiki, skal hann, ið hvíta fólkið hevur, geva upp úrslitið.
§8 – Kærumál um avgerðir kappingarleiðarans
Hevur KL tikið avgerð eftir teimum fyriskrivaðu reglunum, kann málið skjótast inn fyri KN. Málið kann ikki vera steðgandi kæra.
§9 – Kærumál um avgerðir hjá kappingarnevndini
Hevur KN tikið avgerð um tulking av leikreglum og trætum í sambandi við kappingar, kann málið skjótast inn fyri dómsnevndina. Málið kann ikki vera steðgandi kæra.
§10 – Bólking
Kappingin verð býtt í hesar bólkar:
Landsliðsbólkur
Almannabólkur
Unglingabólkur
Vetaranbólkur.
Almannabólkurin kann verða býttur í fleiri bólkar.
§11 – Landsliðsbólkur
Landsliðsbólkurin í telur í minsta lagi 8 telvarar. Bólkurin verður settur saman av teimum hægst rataðu tilmeldaðu telvarunum.
Tvey frávik kunnu koma fyri, av tí at:
Verandi føroyameistari og
Verandi vinnari av almannabólki
hava rætt til at telva í landsliðsbólkinum, sjálvt um teirra verandi rating gevur teimum ikki rætt til tess. Tó kunnu teir ikki vera meira enn 100 ratingstig aftanfyri tann, ið annars hevði komið í landsliðsbólkin.
Vinnari av landsliðsbólkinum er føroyameistari.
§12 – Almannabólkur
Í almannabólki hava allir telvarar rætt at luttaka.
§13 – Unglingabólkurin
Rætt at telva í unglingabólkinum hevur telvari, sum ikki er fyltur 20 ár innan 1. januar í kappingarárinum.
Vinnarin í bólkinum verður unglingaføroyameistari.
§14 – Veteranbólkurin
Telvarar í veteranbólkinum skulu vera fyltir 50 ár, tá ið kappingin byrjar.
§15 – Útlendskir telvarar
Útlendingur, sum hevur fastan bústað í Føroyum, hevur rætt at luttaka í einstaklingakappingum, eisini um føroyameistaraheitið.
Hann skal tó lúka somu treytir sum føroyskir telvarar.
Aðrir útlendskir telvarar kunnu eisini telva í kappingini, men kunnu teir tó ikki vinna sjálvt føroyameistaraheitið.
§16 – Almannakunngerðing av leiktum talvum
Tað er loyvt at almannakunngera talv frá einstaklingakapping uttan frammanundan at útvega loyvir frá viðkomandi telvarum.
§17 – Javnstøða
Stendur á jøvnum millum tveir ella fleiri telvarar, tá tað snýr seg um føroyameistaraheitið í landsliðs- ella unglingabólkinum, verður umdystur.
§18 – Luttøkugjald
Luttøkugjald verður ásett í samráð við Talvsamband Føroya. Alt luttøkugjaldið fellur til fyrireikandi felag.