
1991-92
Tað bleiv ein spennandi kapprenning millum Vestmanna og Havnina – júst sum í gomlum døgum.
Klaksvíkingar duttu burtur ímillum, og vóru ikki í nánd av at endurvinna FM-heitið. Hóast Klaksvíkar Talvfelag og Norðoya Sparikassi á heysti 1991 kunngjørdu ein trý ára sponsorsáttmála, sum var eindømi í føroyskari telving, so sást, at hesin stuðulin var ikki brúktur til at keypa telvarar heim úr Danmark til týðandi dystir. Eyðun Nolsøe taldist nú eisini millum útisetarnar, so úrvalið av dygdargóðum heimatelvarum minkaði í hvørjum. Nógv lá á brøðrunum Heina og Willa Olsen, men góðskan var ikki longur hin sama á aftaru borðunum.
Vestmenningar høvdu John Rødgaard sum undangongumann, aftrat honum vóru John Jacobsen, Petur Højgaard og Niels Durhuus fasta manningin. Ein vælsmurd maskina, vísti henda manningin seg at vera.
Havnarmenn gjørdu eina útskifting í mun til árið fyri. Liðleiðarin Jóan Pætur Midjord legði seg eftir at fremja stóra ættarliðsskiftið við trimum unglingum aftrat sær. Súni Ziska gleið út, og í hansara stað kom hin gávaði John Arni Nilssen upp í part. Ungi skopuningurin var júst komin til Havnar at ganga í skúla. Unglingaføroyameistarin, sum nú búði á Skúlaheiminum í Marknagili, var komin upp í Havnar Telvingarfelag. Har hevði hann longu vunnið sterka innanfelagskapping á vári 1991, eisini hevði hann gjørt rættiliga um seg í Íslandssúlukappingini á heysti sama ár. Hóast ratingtalið enn var lágt, var hin royndi liðleiðarin ikki í iva um, at ungi skopuningurin skuldi fáa møguleikan.
John Arni Nilssen var bara 17 ár, Jóan Hendrik Andreasen fylti 22, og Suni Merkistein var 26 ár. Aldursforsetin, Jóan Pætur, var 46, men hevði kanska ongantíð verið betri enn júst tá. Við hesum var ættarliðsskiftið í Havnar Telvingarfelag næstan fullført. Tiltaksmenninir vóru eldri: Súni Ziska og Luitjen Apol.
Umleypandi gongd
Vestmanna og Havnin skiftust um leiðsluna, fyrst havnarmenn, so vestmenningar. Í sjeynda umfari tók Havnin aftur leiðsluna og hevði hana til síðsta dyst. Tá var bara eitt hálvt stig á muni, men í síðsta dystinum høvdu liðini ólíkar uppgávur. Havnin móti meistaraliðnum úr Klaksvík, sum ofta mannaði seg væl júst í teimum dystunum, og Vestmanna móti niðurflytarunum úr Sandavági.
Og her fall avgerðin. Vestmenningar vóru náðileysir og gjørdu slætt borð, meðan havnarmenn snávaðu og taptu fyri fráfarandi FM-vinnarunum.
Sleppa felagsumførunum
Í trý ár hevði skipanin við felagsumførum verið brúkt í bestu deildini. Øll liðini telvaðu saman, feløgini skiftust at hýsa hesum umførunum. Men nú hoyrdust alt fleiri suffa um allar hesar útidystirnar á hávetri. Havast skal í huga, at hetta var áðrenn nakar undirsjóvartunnil var komin, og til og úr Havnini mátti koyrast eftir oyggjarvegnum.
Fyrstu trý umførini hendan veturin vórðu avgreidd sum felagsumfør, men frá fjórða umfari var vent aftur til gomlu og núverandi skipanina, at liðini telva úti- og heimadystir eftir tørni.
Seinnu árini hava tvey felagsumfør fyri allar deildir verið á hvørjum kappingarári.
Ófullfíggjað
Hetta kappingarárið er hitt einasta í 90-unum, sum ikki er heilt fullfíggjað. Fyri summar dystir vanta manningarlistar og borðúrslit.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1991/92
2. deild
1. Streymur 24½
2. Havnin 24
3. Runavík 20½
4. Hósvík 20½
5. Kollafjørður 18
6. Gøta 12½
3. deild (norður)
1. Toftir 28
2. Klaksvík 26
3. Leirvík 24½
4. Havnin 24
5. Gøta 11½
6. Hósvík 6
3. deild (suður)
1. Havnin 27
2. Rókur 26½
3. Sandavágur 19½
4. Vestmanna 19½
5. Kollafjørður 14½
6. Toftir 11½
Finala í 3. deild
Vinnari: Havnin
Unglingar
1. Klaksvík a. 32
2. Klaksvík b. 30½
3. Leirvík 17
4. Runavík 16½
Talvsamband Føroya Faroechess