Heim / Lógir / Liðkappingin

Liðkappingin

Reglur fyri liðkappingina
§1
Liðkappingin verður býtt sundur í deildir:
1. deild hevur 6 lið, 2. deild hevur 6 lið. 3. deild hevur 6 lið. 4. deild kann hava óavmarkað tal av liðum.
Melda nógv lið seg til 4. deild, kann kappingarleiðarin býta deildina upp í bólkar.
Hevur sama felag fleiri lið í sama bólki í somu deild, eigur dentur at vera lagdur á, at hesi lið møtast tíðliga í kappingini.
§2
Í øllum deildum eru 4 telvarar á hvørjum liði, sum sita sínámillum í nummarrøð á hvørjum liði eftir styrkilistanum hjá einstøku feløgunum. Telvarar hava loyvi at flyta úr lægri upp í hægri deild ella frá lægri liði til hægri lið í somu deild uttan at leypa dyst um. Men um telvarar skulu hinvegin úr hægri deild og niður í lægri deild, ella frá hægra liði til lægri lið í somu deild, skulu teir leypa ein dyst um. Tó er loyvt einum (1) telvara úr hvørjum liði at flyta úr hægri deild niður í lægri deild ella frá hægri liði niður í lægri lið í somu deild uttan at leypa dyst um.
Flyta fleiri enn ein niður í lægri deild ella niður i lægri lið í somu deild, verða hesir at leypa ein dyst um. Unglingar kunnu flyta úr síni egnu deild í hinar deildirnar og aftur í sína egnu deild, uttan at leypa dyst um. Men tá ið unglingi skal flyta úr aðrari deild enn síni egnu og niður í lægri deild, er reglan fyri teir vaksnu galdandi. Seinasta umfarið er ikki loyvt telvara at flyta í lægri deildir, ella í lægri lið í somu deild, hevur hann telvað í hægri liði í undanfarna umfari.
§3

a. Kappingarleiðarin ásetur dagarnar, tá ið telvað verður, soleiðis at hvørt lið fær ein útidyst og ein heimadyst.
b. Hevur lið langan veg til útidystir sínar, skal kappingarleiðarin skipa soleiðis fyri, at teir passa sum best við galdandi ferðaætlanir, so telvarum ber til at vera við hús í hampiligari tíð.
c. Seinasta umfar í liðkappingin verður skipað soleiðis, at allir dystir í øllum deildum skulu fara fram á sama stað í senn.

§4
Talvsambandið lýsir kappingina og ásetur tilmeldingarfreist.

Tá ið feløg boða frá luttøku, skulu tey skrivliga lata kappingarleiðaranum hesar upplýsingar:
a. Styrkilistan.
b. Upplýsingar um hølið, har heimadystirnir verða telvaðir.
c. Navn, bústað og telefonnummar hjá formanninum og liðformanninum (liðformaður fyri hvørt lið).

Loyvt er at broyta styrkilistan í kappingarárinum. Broyttur styrkilisti er galdandi seinnu helvt í kappingarárinum.
§5
Kappingarleiðarin flýggjar feløgunum kappingarskránna og dómaraseðlar eina viku áðrenn kappingin byrjar.
Heimaliðið skal síggja til, at uppskriftarbløð eru til taks, tá dysturin byrjar.

a. Heimaliðið skal syrgja fyri dómara, ið ikki kann telva við. Eru fleiri dystir samstundis, kann heimafelag hava fleiri dómarar.

§6

a. Vanliga byrjar talvdysturin leygar- ella sunnudag kl. 14.Hvør telvari hevur 90 minuttir + 30 sekund fyri hvønn leik upp til leik 40. Eftir 40 leikir verða lagdir 15 minuttir afturat klokkuni, umframt + 30 sekund pr. leik restina av talvinum.
b. Útilið hevur hvítt á fyrsta borði, svart á øðrum borði o.s.fr.
c. Hevur heimalið fingið álagt reglur um at nýta leikhøli, hevur útilið eisini skyldu at fylgja hesum reglum.
d. Hvørt lið skal hava ein liðskipara, ið hevur rætt at telva við.
e. Áðrenn dystur byrjar, skal dómarin hava skrivað dómaraseðilin.
f. Felagið ( heimalið ) hevur ábyrgd av at senda úrslit í talgildum formi til kappingarleiðaran í seinasta lagi á midnátt dagin dysturin er telvaður.
g. Felagið ( heimalið ) hevur ábyrgd av at senda talv frá 1. deild, 2. deild og 3. deild í talgildum formi til kappingarleiðaran í seinasta lagi á midnátt dagin eftir talvdystin.

§7
Lið kunnu framskunda dyst, um tey eru samd um tað, men bert tá tey hava fingið góðkenning frá kappingarleiðaranum. Kappingarleiðarin skal hava fingið fráboðan um hetta 3 dagar, áðrenn telvað verður.
§8

a. Loyvt er føroyskum feløgum at hava ein og bara ein útlendskan telvara á liði í hvørjum dysti.
b. Feløg kunnu í einum hvørjum dysti hava ein og bara ein føroyskan útisetatelvara á liði í senn.
c. Koma nýggir telvarar á styrkilistan hjá einstøku feløgunum í kappingarárinum, skal boðast kappingarleiðaranum frá í seinasta lagi eina (1) viku fyri fyrsta dyst hjá viðkomandi telvara í nýggja felagnum.

§9

a. Møtir eitt lið til dyst seinni enn ein tíma eftir ásettu tíð ella als ikki, verður liðið dømt at missa tvey stig. Er liðið ikki fullmannað, verður hálvt stig drigið frá fyri hvønn telvara, sum ikki møtir.
b. Verður ólógligur telvari nýttur, vinnur mótparturin talvið.
c. Kappingarleiðarin hevur rætt at geva einum liði revsing, tá reglurnar ikki verða hildnar. Fyri fyrsta brotið verður eitt (1) stig tikið burtur av samlaðu stigunum, fyri næsta brotið tvey (2) stig o.s.fr.

§10
Endaliga raðfylgjan í deildini verður gjørd eftir, hvussu nógv stig hvørt liðið hevur tilsamans. Stendur á jøvnum, verður tað liðið fremri, ið hevur flest matchstig (dystarstig) (2 fyri vunnan dyst, 1 fyri javnleik og 0 fyri taptan dyst). Stendur framvegis á jøvnum, skal verða skipað fyri umdysti, hetta tá tað snýr seg um vinnara ella niðurflytara.
§11
Vinnari í 1. deild er føroyameistari. Vinnari í 2.deild flytur upp í 1. deild, hóast viðkomandi felag hevur lið í 1. deild frammanundan. Vinnari í 3.deild flytur upp í 2. deild, hóast viðkomandi felag hevur lið í 2. deild frammanundan. Vinnari í 4. deild flytur upp í 3. deild, hóast viðkomandi felag hevur lið í 3. deild frammanundan.
§12
Lið, ið verða aftast í 1. og 2. og 3. deild, flyta niður í ávikavist 2. og 3. og 4. deild.
§13
Eitt felag kann vera umboðað við óavmarkaðum tali í 4. deild. Í 1. og 2. og 3. deild tó í mesta lagi við tveimum (2) liðum.
§14
Nevndin í Talvsambandinum ásetur luttøkugjaldið fyri hvørja deild. Nevndin útvegar eisini virðislønir til ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørji deild.
§15
Feløgini gjalda sjálvi ferðakostnaðin.
§16
Øll við áhuga hava rætt at hyggja at, meðan kappingar eru. Dómarin skal ansa eftir, at áskoðarar ikki órógva, meðan telvað verður.
§17

a. Nevndin í Talvsambandinum setur ein kappingarleiðara, ið hevur ábyrgdina av, at kappingin fer fram eftir galdandi reglum.
b. Mótmælir lið avgerð dómarans, skal hetta førast á dómaraseðilin, og síðan skal skrivlig klaga verða send kappingarleiðaranum innan fýra (4) dagar, eftir at dysturin var telvaður.
c. Úrskurður kappingarleiðarans kann skjótast inn fyri dómsnevndina. Klaga skal tá vera dómsnevndini í hendi í seinasta lagi 10 dagar, eftir at kappingarleiðarin hevur avgreitt málið.

Sí eisini

Hugaítróttur Føroya

Viðtøkur fyri Hugaítrótt Føroya §1 Hugaítrótt Føroya er ein samskipan av sambondum og felagsskapum, sum …