Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Stutt um 70-ini
Tveir av aðalstuðlum Havnar Telvingarfelags í drúgt áramál, Luitjen Apol og Súni Ziska.

Stutt um 70-ini

Landskappingin byrjaði veturin 1970-71.

Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð úr níggju feløgum á stovnandi aðalfundi á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, tey vóru úr Sandavági, Miðvági, Sørvági, Eiði, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, Vestmanna og Tórshavn.

Tá var samtykt, at farast skuldi undir eina regluliga landskapping í talvi millum feløg. Framman undan hevði kappingin um sokallaða Wood-borðið verið tað, sum feløgini høvdu sínamillum at kappast um. Wood-kappingin var ein árlig páskakapping, men tað var alt ov lítið til at metta vaksandi talvhugin í feløgunum.

Fyrsta árið var bara tann eina deildin, men áhugin vaks brátt. Árið eftir vóru deildirnar tvær, ein A-deild og ein B-deild. Triðja árið tvífaldaðist luttøkan, tí nú vóru deildirnar fýra; ein C-deild og ein unglingadeild vóru nú komnar aftrat. Og soleiðis var í nógv ár.

70-ini eru sonn talvár. HM-dysturin í Reykjavík í 1972 millum Fischer og Spasski íbirtu rættan talvfepur víða hvar, ikki minst í Føroyum. Fimm nýggj talvfeløg verða stovnað í 70-unum, og aftrat FM-kappingini fyri lið, byrjar eisini reglulig kapping um FM í talvi fyri einstaklingar. Og oman á alt eru Føroyar umboðaðar á talvolympiadum frá 1970. 

Tá er altjóða limaskapurin í FIDE váttaður. Tað var tí í talvi, at Føroyar av fyrstan tíð vórðu umboðaðar í altjóða kapping á jøvnum føti við øll onnur heimsins lond.

Drúgt – bæði at telva og ferðast

At telva var í 70-unum – og 80-unum við – drúgvari enn nú á døgum. Talvini vardu longri, tí tá tá bar til at leggja niður talv eftir fimm tímar, og síðani halda fram ein annan dag. Hetta bar til áðrenn talvforrit vórðu ment, sum kollveltu alt. Í dag kann teldan siga tær, hvør besti leikurin er, og tí er grundarlagið tikið undan siðvenjuni við niðurløgdum talvum. 

Í 70-unum vóru samferðsluviðurskiftini heilt øðrvísi enn í dag. Tvørligari var at ferðast ímillum. Í 1970 mátti siglast millum oyggjarnar. At eiga á niðurlagt talv mundi tí mangan vera møtimikið. Tað helt kortini ikki monnum frá at leggja talv niður.  Tað var meira sjáldan, at dystur endaði uttan at okkurt talv ikki var niðurlagt. Soleiðis kundu dystirnir tí ofta standa og gálva í hálvum gekki – stundum í vikuvís – áðrenn endaliga úrslitið var greitt.

Fyrimunirnir við niðurløgdum talvum var, at menn analyseraðu nógv og fingu góða venjing í talvgransking. Annað var, at telvarar komu at kennast betur, tí tað slapst ikki altíð til húsa aftur beinanvegin, sum liðugt var at telva. Bíðast skuldi eftir ferjuni, og ofta var langt millum túrarnar. Tá var vanligt, at heimaliðið beyð útiliðnum heim til nátturða. Soleiðis kom bæði kennskapur og vinskapur uppí. 

Nýggir avbjóðarar

Í nógv ár høvdu havnarmenn og vestemnningar togast um Woodborðið. Hetta mynstrið sæst framvegis í 70-unum, men broytingar eru ávegis.

Onnur feløg fara so smátt at gera um seg. Fyrst og fremst kollfirðingar. Eysturoyggin mennist so líðandi, fleiri nýggj feløg koma undan kavi har, og tá líður á 70-árini sæst, at talvfelagið á Toftum, sum var stovnað í 1973, hevur ment seg so nógv, at teir taka dystin upp við Havnina um FM-heitið.

Ár fyri ár

Niðanfyri síggjast yvirskriftir fyri hvørt av árunum í hesum tíggju ára skeiði.

Reglurnar eru leinki til hvørt av hesum árum. Tá klikt verður á, letur seg upp nýggj síða við stuttari frásøgn um kappingarárið og yvirlit yvir deildirnar.

Annað leinki inni í hesum greinum vísir til aðra síðu við nágreiniligum úrsliti fyri fremstu deildina. Í 70-unum eru kortini bara nøkur fá ár, at so fullfíggjað yvirlit fæst í bestu deildini.

1971 – stórt drama

1972 – tryggur HT-sigur

1973 – kollfirðingar koppa havnarmonnum!

1974 – HT-stórsigur

1975 – alt í hálvum gekki

1976 – vestmenningar bestir

1977 – miðvingar gera ein vørr

1978 – tríggir FM-biðlar

1979 – toftamenn í framlopi

Sí eisini

1987 –  leingi er tað, ið væl skal vera

1986-87 Flest øll mundu unna Tofta Talvfelag FM-heitið. Hvussu ofta høvdu teir ikki verið næstbestir? …