Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM

Úttøkukapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2027 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2007-2009

Bólkur B U16: Fødd í 2010-2011

Bólkur C U14: Fødd í 2012-2013

Bólkur D U12: Fødd í 2014-2015

Bólkur E U10: Fødd í 2016 ella yngri

Úttøkan verður skipað við undankapping og einari finalu. 8 teir bestu telvararnir í hvørjum bólki sleppa í finaluna og 2. teir bestu telvararnir í finaluni sleppa at umboða Føroyar til NM í Føroyum í februar 2026.

Undankappingin verður telvað leygardagin 28. november. Telvað verður í Gøtu skúla. Kappingin byrjar klokkan 11.00. Telvað verður 7 talv við tíðini 10 min. + 5 sek/leik.

Tilmelding fer fram her: Tilmelding. Freistin at tilmelda seg er fríggjakvøldið 27. november kl. 18.00.

Møtið fjølment

Gøtu Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Havnin nýtt oddalið

Tað gongur javnt á millum fremstu liðini í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag tók leiðsluna …