Í 80-unum harðnar kappingin millum føroysku talvfeløgini. Framburður sæst víða hvar. Fleiri bjóða havnarmonnum av.
Tað ber í sær, at heili fimm feløg vinna FM-heitið hetta tíggjuára skeiðið. Til sammetingar hava bara tvey feløg vunnið FM-heitið seinastu fimtan árini.
Ansurin fyri landskappingini veksur. Meira verður gjørt burturúr í miðlunum, soleiðis at almenningurin kann fylgja nágreiniligari við.
Ein greið ábending um vaksandi ansin fyri talvi hesi árini fæst, um hugt verður at luttøkuni í árligu FM-einstaklingakappingunum í 80-unum. Miðalluttøkutalið hevur ongantíð verið so høgt sum tá.
Yvirlitið fyri 80-árini síggast her:
1980 56 telvarar
1981 74
1982 72
1983 66
1984 50
1985 76
1986 67
1987 62
1988 52
1989 38
Skiftandi vinnarar
Fyrra helmingin av 80-unum er Havnar Telvingarfelag framvegis flaggskipið í føroyskari telving.
Men so við og við fara onnur feløg at leggja upp á síðuna á teimum. Slit og metalmøði fer sum frá líður á síggjast á tí gylta liði av telvarum í Havn, sum í so mong ár gjørdu seg galdandi á hægsta stigi. Neyðuga ættarliðsskiftið í felagnum við stoltu søguni tekur tíð.
Aðrastaðni stinga fleiri góðir telvarar seg upp. Á Toftum telvar nógvur ungdómur, Jens Chr. Hansen er í fleiri ár ein av landsins bestu telvarum, miðskeiðis í 80-unum sæst, at okkurt er ávegis í Klaksvík. Vestmenningar kunnu framvegis gera ein brest av og á, men mest óvæntaða úrslitið man vera, tá fýra hvalvíkingar leggja øll onnur lið aftur um seg og tryggja felagnum Streymi FM-heitið í 1986.
Gøtu Talvfelag fær munagóðan styrk í 1985, tá Leif Kristensen, ið taldist millum góðu telvararnar í Danmark, flutti til Føroyar og í starv sum lærari við studentaskúlan á Kambsdali, og fór at telva við gøtumonnum. Annar sterki danski telvarin í Føroyum, John Rødgaard, fór nú eisini at telva í føroysku kappingini, fyrst í Gøtu, seinni í Havn, og uppaftur seinni við vestmenningum.
Føroyska landskappingin í talvi í 80-unum er spennandi og hugtakandi. Ofta er hørð kapping og lítil munur millum fremstu liðini.
Vit hava næstan fullfíggjað yvirlit yvir dystirnar í 1. deild hesi árini. Undantakið eru fyrstu tvey kappingarárini, 1980 og 1981, sum eru rættiliga berlig, men dystarúrslitini eru tó fullfíggjað.
Ár fyri ár
Niðanfyri síggjast yvirskriftir fyri hvørt av árunum í hesum tíggju ára skeiði.
Reglurnar eru leinki til hvørt av hesum árum. Tá klikt verður á, letur seg upp nýggj síða við stuttari frásøgn um kappingarárið og yvirlit yvir deildirnar.
Annað leinki inni í hesum greinum vísir til aðra síðu við nágreiniligum úrsliti fyri fremstu deildina. Í 70-unum eru kortini bara nøkur fá ár, at so fullfíggjað yvirlit fæst í bestu deildini.
1984 – átta ferðir í eitt koyr
1985 – vestmenningar bróta sigursrøðina
1986 – Streymur føroyameistari
1987 – leingi er tað, ið væl skal vera
1988 – klaksvíkingar vinna fyrsta FM-heitið
Talvsamband Føroya Faroechess