Óbroytt í oddanum

Dystirnir í sætta umfari í landskappingini í talvi vóru í dag. Í 1. deild vóru innanhýsis dystirnir á skránni. Sum vant hava A-liðini stórar trupulleikar at basa B-liðunum. Serliga summir á B-liðunum eru herviligar A-tjóvar. Hjá vágamonnum kann Ingi Wiberg nevnast, men eingin tekur Margar Berg í Havnar Telvingarfelag, sum man hava met í stigum móti A-liði felagsins. Søgan endurtók seg í dag. Norðuri í Klaksvík var tað Rani Nolsøe, sum vann á B-liðnum. Rani, sum dovnaði nakað í fjør, tykist rættiliga at hava spent seg út í ár.

Les meira »

Fyrsta barna Grand Prix kapping í 2026

Seinasta leygardag varð fyrsta av fimm barna Grand Prix kappingum telvað í Finsen í Tórshavn. Telvað varð í tveimum aldursbólkum – 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Omanfyri 30 børn luttóku í kappingini, og stuttligt var at síggja, at fleiri gentur luttóku í kappingini hesa ferð. 

Les meira »

Innbjóðing til HT kvik

Leygardagin, 24.01.2026 verður HT kvik telvað í Finsen í Tórshavn. Kappingin byrjar klokkan 11.00. Øll eru vælkomin at luttaka.

Les meira »

4. deild og 5. deild

Nýggir bólkar eru gjørdir í 4. deild. Bólkurin, har kappast verður um at flyta upp í 3. deild, kemur at eita 4. deild. Meðan hin bólkurin kemur at eita 5. deild.

Les meira »

Barna Grand Prix á Giljanesi leygardagin

Leygardagin, 24. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað á Skúlanum á Giljanesi, í Sandavági. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini. Talan er um 2. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Les meira »

Sandavágs Talvfelag á FM-kós

Vágamenn vunnu í gjár toppdystin móti føroyameistarunum úr Havnar Telvingarfelag 3 - 1. Hóast kappingin bara er hálvrunnin, kann sigurin fara at gerast heilt avgerandi, tí toppliðini missa so lítið í øðrum dystum, at innanhýsis dystirnir millum Sandavág og Havnina fáa tí næstan støðu sum smærri finalur.

Les meira »

Barna Grand Prix í Finsen

Leygardagin, 17. januar kl. 12.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í Finsen í Tórshavn. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.

Les meira »

Íslendingar bestir

Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar. Símun Þórhallsson vann við sjey stigum av átta møguligum. Dagur Ragnarsson var nummar tvey, eitt hálvt stig aftari.  Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevði hægsta styrkitalið av øllum, endaði nummar trý við sama stigatali sum Dagur Ragnarsson, Luitjen Akselsson Apol og Jón Kristinn Thorgeirsson.  Ikki færri enn 135 telvarar hava verið við í kappingini í Kolshøll á Eiði hetta vikuskiftið. Bæði vaksin og ung, børn og gomul, kvinnur og menn, føroyingar, norðurlendingar og onnur við.

Les meira »