Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / FM fyri gentur 21. november

FM fyri gentur 21. november

Leygardagin 21. november skipar Talvfelagið Rókur í samstarvi við Talvsamband Føroya fyri føroyameistaraheitinum í talvi fyri gentur. Kappingin verður í Hólmahúsinum (fótbóltshúsinum) á Eiði og byrjar kl. 11.00. Allar gentur eru hjartaliga vælkomnar at luttaka, uttan mun til aldur og royndir.

Tað er ikki neyðugt at hava verið við í eini talvkapping áður. Tað er heldur eingin forðing, um genturnar ikki hava roynt at telvað við klokku fyrr. Vit ynskja fyrst og fremst at geva gentum møguleikan at hittast, telva og fáa ein hugnaligan dag saman við øðrum gentum, sum hava áhuga fyri talvi.

Kappingin

Telvað verða 5 umfør við umhugsunartíðini 10 minuttir + 5 sekund fyri hvønn leik.

Kappingin verður skipað í fimm aldursbólkar:

Bólkur A: Føddar í 2007 ella seinni
Bólkur B: Føddar í 2011 ella seinni
Bólkur C: Føddar í 2014 ella seinni
Bólkur D: Føddar í 2016 ella seinni
Bólkur E: Føddar í 2018 ella seinni

Vinnararnir í teimum fimm bólkunum verða føroyameistarar.

Tilmelding

Tilmelding fer fram við at fylla teigarnar út á leinkjuni niðanfyri:

Melda til FM fyri gentur

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 20. november kl. 12.00.

Gávur til allar luttakararnar 

Janus Open stuðlar kappingini og letur øllum gentum, sum luttaka, eitt gávukort til biografin. Harumframt fáa allar luttakararnir ókeypis luttøku í Janus Open III, sum verður á Eiði 8.–10. januar 2027.

Eftir kappingina bjóðar Talvfelagið Rókur øllum luttakarunum okkurt gott til matna.

Vit gleða okkum til ein spennandi og hugnaligan talvdag á Eiði og vóna at síggja nógvar gentur – bæði royndar telvarar og gentur, sum ætla sær at royna seg í eini kapping fyri fyrstu ferð! 

Úttøkukapping til NM

FM er samstundis úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið fyri gentur. Talvsamband Føroya sendir tvær gentur úr hvørjum av aldursbólkunum A, B og C at umboða Føroyar í NM, sum verður telvað í Svøríki í apríl 2027.

Spurningar

Um tit hava spurningar ella ivast í onkrum viðvíkjandi kappingini, eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Telefon: 271404
Teldupostur: kappingarleidarin@faroechess.com

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …