Úrslit frá NM undankappingini

Seinasta sunnudag vórðu undankappingarnar til NM úttøkuna telvaðar í Klaksvík. Kappast var í 5 ymsum aldursbólkum og íalt luttóku 43 børn og ung.

Les meira »

Føroyar vunnu smálandakappingina

Føroyar eru aftur meistarar í talvi fyri smátjóðir í Evropa. Í níggjunda og seinasta umfari suðuri á Kýprós vunnu Føroyar í dag stórsigur 3½ - ½ á Malta.  Sostatt var allur ivi um sigurin beindur av vegnum. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði remis.

Les meira »

Aftur 4-0 sigur

Munurin er týðiligur á fremru og aftaru liðunum í smálandakappingini í talvi suðuri á Kýprós.  Føroyar vunnu á øllum fýra borðum aftur í dag, tó at Helgi Dam Ziska fekk sær ein frídag, og vit høvdu tríggjar telvarar undir tjúgu ár á liðnum.

Les meira »

Føroyar á odda

Føroyar gjørdu bart í báðum mikudagsdystunum í dag, og kunnu nú sjálvar avgera smálandakappingina í talvi við góðum endaspurti fríggjadagin og leygardagin. Í morgun vann føroyska talvlandsliðið 3 - 1 í toppdystinum móti Kýprós, og seinnapartin vunnu okkara menn 4 - 0 á Liktinstein.

Les meira »

Vunnu toppdystin

Føroyar koppaðu í morgun Kýprós í oddabrakinum í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri í Larnaca. Føroyar vunnu dystin 3-1, og eru nú fremst av teimum tíggju liðunum í kappingini. Helgi Dam Ziska og Jón í Horni Nielsen vunnu, og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol telvaðu javnt.

Les meira »

Avgerandi oddabrak mikumorgunin

Føroyar vunnu stórsigur 4 - 0 á San Marino í fimta umfari í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri á Kýprós týsdagin. Allir vunnu - Helgi, Luitjen, Jón og Elias. Høgni hevði frí. Føroyar eru nú næstfremstar av teimum tíggju liðunum. Kýprós er eitt stig fremri. Og í sætta umfari mikumorgunin bresta oddaliðini Kýprós og Føroyar saman.

Les meira »

Taptu toppdystin

Andorra, sum er meistari í talvi fyri smátjóðir í Evropa, vann toppdystin móti Føroyum í triðja umfari í morgun suðuri á Kýprós.  Í dystinum í fimta umfari, sum var seinnapartin, vunnu Føroyar stórsigur á Jersey. Fleiri lið eru nú um boðið at vinna kappingina. Heimaliðið Kýprós tykist vera eins gott boð upp á ein vinnara sum favorittarnir úr Føroyum, Andorra, Luksemburg og Monako.

Les meira »

Vunnu á Luksemburg

Føroyar sigraðu í dag í týðandi dystinum móti Luksemburg í evropeisku smálandakappingini í talvi fyri landslið.  Føroyar vunnu 2½ - 1½. Føroyar og Luksemburg eru eftir styrkitølunum bestu liðini í kappingini. Í triðja umfari í morginári eiga Føroyar triðja lykladystin á rað. Tá verður telvað móti Andorra, sum er smálandameistari. Hesaferð eru teir styrkismettir nummar trý.

Les meira »