Í kvøld, 15. juli kl. 20.00, verður skipað fyri talvkapping á chess.com. Øll eru vælkomin at luttaka.
Tíðindi
Ungdómslandslið til OL

Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen (hm), mynda unga føroyska talvlandsliðið, sum fer á olympiadu í heyst.
Sjáldan hava so nógv avboð verið til føroyska talvlandsliðið sum í summar.
Tað hevur fingið nevndina í Talvsambandinum at manna landsliðið, sum í september skal á olympidu, við fýra unglingum aftrat OL-veteraninum John Rødgaard.
Eingin av okkara trimum sterkastu telvarum, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft, sum hava verið bulurin á talvlandsliðnum seinnu árini, vera við hesaferð.
TALVSAMBAND FØROYA STUÐLAR VALBÓLKINUM RENEW ECU TIL VALIÐ Í EVROPEISKA TALVSAMBANDINUM, ECU
The Faroese Chess Federation officially endorses Lukasz Turlej and his team Renew ECU.
This is the first time we have a woman from our federation, running as a candidate for the board elections in the ECU. Katrin D. Apol has been on the board of the Faroese Chess Federation for 8 years, most of them as deputy president. She has done a great work for Faroese chess, and we firmly believe that the European Chess Union would benefit greatly with her in the board, as vice president.
Furthermore, we believe that the board would benefit from representation by a person with insight into the specific circumstances and challenges faced by small chess nations.
We think, team Renew ECU has some great visions for European chess. And we believe that the ECU can benefit from the new energy and perspectives team Renew ECU brings to the table.
Hjalti Petersen, president of the Faroese Chess Federation
Talvkappingar á netinum
Í summar verður skipað fyri talvkappingum á netinum. Kappingarnar eru ætlaðar øllum talváhugaðum, bæði teimum, ið akkurát eru byrjaði at telva, og teimum við fleiri royndum. Kappingarnar verða fyriskipaðar á heimasíðuni chess.com.
Summar kappingar 2026
Skipað verður fyri hesum kappingum á chess.com summarið 2026:
| Dagfesting | Umfør | Tíð til hvørt talv |
| 08. juli | 9 | 3 min. + 2 sek. |
| 15. juli | 7 | 5 min. + 3 sek. |
| 22. juli | 6 | 10 min. + 5 sek. |
| 30. juli | 15 | 1 min. + 1 sek. |
| 05. august | 9 | 3 min. + 2 sek. |
| 12. august | 7 | 5 min. + 3 sek. |
| 19. august | 6 | 10 min. + 5 sek. |
| 26. august | 15 | 1 min. + 1 sek. |
Allar kappingar byrja mikukvøld kl. 20.00 undantikið kappingin 30. juli, sum verður hóskvøld kl. 20.00.
Søgulig steypakapping
Suðuroyar Talvfelag, ið fyrr í ár vunnu uppflyting til 3.deild, tóku enn eitt megnartak fyri føroyska telving og fyriskipaðu steypakappingina í stórum stíli í SALT.
NM fyri gentur í Norra
Í vikuskiftinum bleiv NM fyri gentur telvað í norska býnum Vestby. Til samans 44 gentur luttóku í kappingini, har av tríggjar umboðaðu Føroyar.
Fín byrjar til NM fyri gentur
Allar genturnar komu væl frá byrjar til NM fyri gentur í Norra. 1. umfar gav eitt stig, men leingi sá tað út til, at tað skuldi blíva til meira enn tað.
NM fyri gentur telvað í Norra
Í vikuskiftinum verður Norðurlandameistaraskapið fyri gentur telvað í norksa býnum Vestby. Kappingin er skipað í tríggjar bólkar, U20, U16 ár og U13 ár. Føroyar hava 3 luttakarar við í yngsta bólkinum.
Høgni endurvann FM-heitið
28 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er framvegis føroyameistari í talvi.
Í sjeynda og seinasta umfari í FM-kappingini á Giljanesi í dag tryggjaði hann sær FM-heitið annað árið á rað.
Talvsamband Føroya Faroechess