Í vikuskiftinum vóru børn úr ymiskum talvfeløgum kring landið savnað á talvlegu í Sandavági. Rógvi Egilstoft og Mortan Mørkøre stóðu fyri talvvenjingini. Børnini loystu talvuppgávur og telvaðu móti hvørjum øðrum.
Millum venjingarnar var eisini tíð til fótbólt, borðtennis, pool og annan hugna. Børnini fingu høvi at vera saman við øðrum, sum eisini dáma at telva, og læra hvønn annan at kenna tvørtur um feløgini.
Talvlegan varð skipað av foreldrum at børnum, sum telva í teimum ymisku feløgunum. Hjartaliga takk til Vága kommunu, tey, sum bakaðu bollar og gjørdu køku, og øll onnur, sum hjálptu til. Og takk til børnini fyri eitt stuttligt vikuskifti!
Vit vóna, at vit kunnu savnast til talvlegu aftur.
Talvsamband Føroya Faroechess