Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1999 –  Klaksvík aftur best

1999 –  Klaksvík aftur best

FM-vinnararnir úr Klaksvík í skúlanum í Vestmanna eftir felagsumfarið í síðsta umfari. Standandi f.v.: Rani Nolsøe, Haldur S. Johansen og Steintór Rasmussen. Húkandi f.v.: Tummas M. Anthoniussen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen.

1998-99

Kollfirðingar tóktust heldur maktaðir eftir ódnartakið árið fyri, og orkaðu ikki at kappast við klaksvíkingar, sum vóru flúgvandi hetta árið.

Rani Nolsøe, Ólavur Simonsen, Steintór Rasmussen og Haldur S. Johansen var mest vanliga manningin hjá sigrandi klaksvíksliðnum. Teir avrikaðu væl betri enn árið fyri, og vunnu trygt.

Havnin var aftur næstbest. Torben Østergreen-Johansen var fluttur aftur til Danmarkar, hinir tríggir frá árinum fyri hildu fram á liðnum; Flóvin Tór Næs, Carl Eli Samuelsen og Suni Merkistein, og fastur fjórði maður gjørdist nú Luitjen Apol. Jóan Hendrik Andreasen, sum ikki hevði telvað í liðkappingini síðani 1992, var heima allan januar, og royndist tá kærkomin styrkur hjá barndómsfelagnum.

Kollfirðingar høvdu framvegis Tiger Hillarp-Persson sum akkersmann, men Steffen Pedersen var nú farin til Danmarkar aftur. Felagið royndi nú í størri mun at lata nakrar av  yngri telvarunum, sum Tiger hevði vant upp, at sleppa framat; nevnast kunnu Hans Kristian Simonsen og Eyðálvur Johannesen, báðir blaðungir og evnaríkir.

Streymur og Toftir høvdu sínar føstu trúgvu slitmenn tøkar, men gjørdu seg ikki galdandi í oddastríðnum. Toftir endaði í hørðum víggi um at bjarga sær í deildini, og tað eydnaðist við bit og slit.

B-liðið hjá Klaksvíkar Talvfelag flutti niður.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1998/99

2. deild

1. Sandavágur 27½

2. Vestmanna 25

3. Havnin A. 23½

4. Havnin B. 19

5. Kollafjørður A. 16

6. Kollafjørður B. 9

3. deild (A)

1. Runavík 28

2. Klaksvík 26

3. Gøta 23½

4. Toftir 16½

5. Havnin 13½

6. Rókur (Oyri) 12½

3. deild (B)

1. Havnin 18½

2. Vestmanna 12

3. Sumba 7

4. Rókur (Oyri) 6½

Finala í 3. deild

Havnin – Runavík 4½ – 3½

Unglingar

1. Klaksvík 15

2. Havnin A. 13½

3. Kollafjørður 9

4. Havnin B. 2½

Sí eisini

1998 – kollfirðingar gera bart

1997-98 Nú eydnaðist kollfirðingum at vinna.  Hesaferð skuldi allur ivi beinast av vegnum. Teir høvdu …