Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Gentukapping í Havn leygardagin

Gentukapping í Havn leygardagin

Leygardagin, 31. oktober kl. 11.00, verður gentukapping telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag. Allar gentur eru vælkomnar. Eisini tær, sum ongantíð hava verið til kapping fyrr.

Telvað verður 5 talv við tíðini 10 min. + 5 sek. fyri hvønn leik. Tað er eingin trupulleiki, um mann ongantíð hevur brúkt klokku fyrr. Tað finna genturnar skjótt útav. 

Seinasta freist at melda seg til er fríggjakvøldið 30. oktober kl. 18.00. Tilmelding fer fram við at útfylla teigarnar á hesari leinkju: TILMELDING

Eru spurningar um eitt hvørt, eru tit vælkomin at skriva kappingarleidarin@faroechess.com ella ringja á 271404.

Vit vóna at síggja fleiri gentur til kappingina.

 

Talvsamband Føroya og Havnar Telvingarfelag

Sí eisini

Væl eydnað barnakapping á Strondum

Sunnudagin 25. oktober skipaði Stranda Talvfelag fyri liðkapping fyri børn á Strondum. Undirtøkan var sera …