Leygardagin, 31. oktober kl. 11.00, verður gentukapping telvað í talvhølunum hjá Havnar Telvingarfelag. Allar gentur eru vælkomnar. Eisini tær, sum ongantíð hava verið til kapping fyrr.
Les meira »Væl eydnað barnakapping á Strondum
Sunnudagin 25. oktober skipaði Stranda Talvfelag fyri liðkapping fyri børn á Strondum. Undirtøkan var sera góð, og heili 14 lið við til samans gott 60 telvarum luttóku í kappingini.
Les meira »Kappingarskrá 5. deild 2026/27
9. lið eru meldaði til 5. deild. Telvað verður eina ferð móti hvørjum. Kappingarárið 2026/27 verður ein roynd gjørd at telvað við tíðini 60 min. + 30 sek. í 5. deild. Hetta verður eftirmett eftir kappingarlok.
Les meira »Høgni vann KTF Kvik – 30 telvarar luttóku
Leygardagin 24. oktober varð GP-kappingin KTF Kvik telvað í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Undirtøkan var sera góð, og heili 30 telvarar luttóku í kappingini.
Les meira »Liðkapping fyri børn sunnudagin
Sunnudagin 25. oktober verður likapping fyri børn telvað í Bygdahúsinum á Strondum. Byrjað verður klokkan 13.00.
Les meira »KTF kvik leygardagin (GP 2)
Leygardagin, 24. oktober kl. 13.00, verður kvik kapping telvað í Klaksvík. Kappingin er partur av GP-kappingunum. Øll eru vælkomin at luttaka.
Les meira »Meistararnir flúgvandi byrjan
So byrjaði landskappingin í talvi hetta vikuskiftið. Einki himpr var á FM-manningini hjá Sandavágs Talvfelag í fyrsta umfari í vetur. Móti uppflutta liðnum hjá Kollafjarðar Talvfelag gjørdu allir fýra vágamenninir sína skyldu og vunnu. 4-0 var ikki óvæntað úrslit. Dysturin var framskundaður til í gjár leygardagin, tí fleiri á vágaliðnum spæla eisini fótbólt í bestu deildini.
Les meira »Metstór luttøka
Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum. Nú landskappingin fyri feløg fer av bakkastokki í dag eru fleiri lið skásett enn nakrantíð fyrr. Higartil er frætt um 33 lið, men talið á liðum í unglingadeildini er ikki endaligt enn.
Les meira »Ódnarveður snarkapping
Veðrið er einki serligt í løtuni, so hví ikki brúka kvøldið til eina snarkapping á netinum? Kapping verður fyriskipað klokkan 20.00 á chess.com.
Les meira »Paringarnar í liðkappingini
Paringarnar til liðkappingina eru gjørdar. Liðkappingin byrjar sunnudagin 18. oktober.
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess