Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit av snarkapping á netinum

Úrslit av snarkapping á netinum

Í gjár bleiv fyrsta kapping í kappingarárinum 2026/27 telvað. Kappingin bleiv fyriskipað á heimasíðuni chess.com.

24 telvaðar luttóku í kappingini. Telvað blivu 9 umfør við tíðini 3 min. + 2 sek.

Eftir 9 umfør sá topp 5 soleiðis út:

Rógvi Egilstoft 8,5
Høgni Egilstoft Nielsen 8 
Elias Petersen 7
Jón í Horni Nielsen 5,5
Herluf Hansen 5,5

Øll úrslitini eru at síggja her: Net-Snar

 

Kappingin var fyrsta Grand Prix kapping av 10. Næsta kapping verður ST-Open, ið verður telvað vikuskiftið 6. til 8. november.

Samlaða GP støðan sæst niðanfyri.

 

 

Sí eisini

Barnakapping í Finsen

Í dag hevur barnakapping verið í Finsen. 24 børn luttóku í tveimum bólkum, 12 í …