Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / ST Open verður í vikuskiftinum

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av Grand Prix kappingunum. Øll eru vælkomin at luttaka.

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin,  6. november kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sek. fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Stað:

Hølum felagsins (Virkishúsið við Ánna, í Sandavági)

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Nr. 1 1500kr

Nr. 2 1000kr

Nr. 3 500kr

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50kr fyri undir 16 ár. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 6. november.

Tilmelding:

Melda til við at fylla út feltini í leinkjuni: TILMELDING

Grand Prix

Kappingin er 3. av 10 GP kappingum. Samlaða úrslitið sæst her: GP samlaða støðan

 

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag og Talvsamband Føroya

Sí eisini

Sandavágs Talvfelag er á odda í 1. deild eftir annað umfar í landskappingini sunnudagin.

Oddaliðini økja

Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag eru á odda við havnarmonnum og klaksvíkingum í hølunum á sær, …