1995-96
So fingu vit aftur eina beinleiðis FM-finalu – kappingarneytarnir vóru ikki teir somu sum árið fyri, men í staðin Klaksvík og Streymur.
Tveir av elstu klaksvíksútisetunum – Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe – vóru nú heimfluttir. Tað munaði sum vera man væl. Teir mannaðu lið saman við tveimum av teimum yngru, sum høvdu havt størstu framgongdina; Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang.
Sundalagsmenn høvdu eitt frálíkt kappingarár. Finnbjørn Zachariassen, sum aftur hevði verið burtur í eitt ár, gjørdi góðan mun, tað var, sum ernaðust hinir og spentu seg rættiliga út.
Meistaraliðið hjá Havnar Telvingarfelag hevði ikki sama flog sum árið fyri. Andrias Ziska takkaði fyri seg, men nú var Flóvin Tór Næs komin afturíaftur. Sama var Herluf Hansen, sum var heima í praktikk, og tí telvaði meginpartin av fyrru hálvu á 1. liði. Í seinnu hálvu var Rógvi W. Rasmussen tøkur í nøkrum dystum, so nakað av ungdómi fjølgaðist nú aftur á liðnum. Men eftir góða byrjan, kom so líðandi stígur í.
Upp aftur minni veiggj var í kollfirðingum. Teir royndu at manna seg javnt á báðum liðum, men tað bar í sær, at hvørki liðið var ment at gera seg galdandi. Toftamenn høvdu heilt miseydnaða kapping og fluttu niður.
Rani í høvuðsleikluti
Í fyrru helvt av kappingini fylgdust Klaksvík, Streymur og Havnin. Og tá ið Klaksvík og Havnin møttust í sjeynda umfari á Akursmørk, høvdu bæði liðini styrkt seg. Uttan at vita av hvør øðrum, sótu útisetarnir Heini Olsen og John Arni Nilssen brádliga yvirav hvør øðrum á 1. borði. Talvið endaði remis, og dysturin javnur 2-2.
Men tá komið var til seinasta umfar, høvdu klaksvíkingar togað seg eitt stig framum sundalagsmenn. Eftir var innanhýsis dysturin millum oddaliðini. Stórur spenningur í Eysturskúlanum, har felagsumfar var.
Klaksvíkingar stóðu seg við javnleiki, og tað var júst úrslitið í dystinum. Í avgerandi talvi millum Rana Nolsøe og Finnbjørn Zachariassen lumpaði Rani hvalvíkingin í spentari støðu. Riddarligur beyð hann remis í vunnari støðu, og so var Klaksvík aftur føroyameistari.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1995/96
2. deild
1. Vestmanna 23½
2. Klaksvík 23½
3. Havnin 1 22½
4. Sandavágur 21½
5. Havnin 2 17½
6. Gøta 11½
3. deild
1. Havnin 35
2. Kollafjørður 1 32½
3. Sumba 24½
4. Klaksvík 24
5. Kollafjørður 2 21
6. Sandavágur 17½
7. Leirvík 11½
Unglingar
1. Havnin 22
2. Sumba 10
3. Klaksvík 7½
4. Kollafjørður 7½
Talvsamband Føroya Faroechess