Tilsamans 68 børn og ung luttóku, tá undankappingin til norðurlendska meistaraskapið í talvi varð telvað í Gøtu skúla í dag, leygardagin 28. november. Telvað varð í fimm aldursbólkum, og tilsamans vórðu 226 talv telvað.
Størsta luttøkan var í yngsta bólkinum, bólki E, har 32 børn vóru við. Í bólki D vóru 17 luttakarar, í bólki C vóru 11, og í bólkunum A og B vóru fýra í hvørjum.
Heiðursmerki vórðu latin teimum trimum fremstu í hvørjum bólki. Hesi vunnu heiðursmerki:
| Bólkur | 🥇 1. pláss | 🥈 2. pláss | 🥉 3. pláss |
|---|---|---|---|
| A | Elias Petersen – 5½ stig | Rókur Davidsen – 3 stig | Herbert Holm Johannessen – 2 stig |
| B | Emil Jacobsen Jamil – 5 stig | Oskar Jacobsen Jamil – 4 stig | Georg Otthamar Olsen – 2 stig |
| C | Dávid Lützen – 7 stig | Djóni F.Č. Jacobsen – 6 stig | Sam Laksá – 4½ stig |
| D | Baldur Bjarnason Jørgensen – 7 stig | Lisa J. Xin – 6 stig | Johnbjørn í Grund – 4½ stig |
| E | Andrew M. Xin – 7 stig | Kasper Bryce Casco – 5 stig | Jóan Petur Vilhelm – 5 stig |
Í bólkunum A og B vórðu seks umfør telvað, meðan sjey umfør vórðu telvað í hinum bólkunum. Trýst á bólkarnar fyri at síggja øll úrslitini.
Átta tey fremstu í bólkunum C, D og E komu víðari til finaluna. Í bólkunum A og B komu allir fýra luttakararnir í hvørjum bólki víðari.
Finalan verður telvað í Eiðis skúla komandi vikuskiftið, 5.–6. desember. Har verður kappast um plássini á føroyska liðnum til NM. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki sleppa at umboða Føroyar.
Talvsamband Føroya takkar øllum telvarum, foreldrum og fyrireikarum fyri dagin. Vit gleða okkum til finaluna á Eiði!
Talvsamband Føroya Faroechess



















