Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Reglugerð fyri Grand Prix

Reglugerð fyri Grand Prix

Reglugerð

1) Grand Prix kappingin fevnir um 10 kappingar: 4 kvik-kappingar, 3 open-kappingar og 3 snar-kappingar.

2) Open-kappingar: 3 kviktalv (10 min. + 5 sek.) og 4 langtalv (90 min. + 30 sek.).

3) Kvik-kappingar: Hvør telvari fær 10 min. + 5 sek. í part til hvørt talvið, telvað verða 7 umfør. Finalan og FM-Kvik hava 9 umfør.

4) Snar-kappingar: Telvað verða 9 umfør. Hvør telvari fær 3 min. + 2 sek. í part til talvið. Til FM-Snar verður telvað 11 umfør.

5) Grand Prix stig verða latin soleiðis í hvørjari kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12 fær 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

6) Til tess at at fáa samlaða Grand Prix plasering og ratingvirðisløn, krevst luttøka í Finaluni og 4 undankappingum, harav luttikið skal vera í minst einari rataðari kapping (Open). Í heilt serligum førum kann undantak verða givið frá hesum.

7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:

  • GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
  • Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
  • Luttikið í mest GP-kappingum
  • 2 x snartalv og sudden-death

8) TSF letur steyp og medaljur til vinnararnar, og fylgjandi plaseringsvirðislønir:

  1. 5.000 kr.
  2. 3.000 kr.
  3. 2.000 kr.
  1. ratingsvirðisløn (minni enn 2200)      1.000 kr.
  2. ratingsvirðisløn (minni enn 2000)      1.000 kr.
  3. ratingsvirðisløn (minni enn 1800)      1.000 kr.
  4. ratingsvirðisløn (minni enn 1600)      1.000 kr.
  5. ratingsvirðisløn (einki ratingtal)         1.000 kr.
  6. ratingsvirðisløn (fødd eftir 2011)       1.000 kr.
  7. ratingsvirðisløn (fødd eftir 2007)       1.000 kr.
  8. ratingsvirðisløn (fødd áðrenn 1975)   1.000 kr.
  9. ratingsvirðisløn (fødd áðrenn 1960)   1.000 kr.

Tað er bara møguligt at vinna eina virðisløn.

TALVSAMBAND FØROYA

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.