Komandi vikuskiftið verður Salt karmur um FM Snar og FM Kvik 2026.
Veruliga gongd er komin á telvingina í Suðri. Felagið hevur 2 lið við í liðkappingini í ár, og skipaði fyri einari væleydnaði steypakapping og endaveitslu í Salt fyrr í ár. Leygardagin og sunnudagin verða sera góðu umstøðurnar í Salt karmar um FM Snar og FM Kvik. Vónandi verður undirtøkan góð.
Byrjað verður leygardagin kl. 11.00, tá FM Kvik verður telvað. Sunnudagin kl. 14.00 verður FM Snar telvað. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.
FM Kvik
Tíð:
Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør.
Virðislønir:
- 2500 kr.
- 1500 kr.
- 1000 kr.
Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.
Luttøkugjald:
Vaksin 150 kr.
Undir 18 ár 100 kr.
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.
Tilmelding:
Tilmelding fer fram her: Tilmelding til FM Kvik 2026. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 13. november kl. 12.00.
FM Snar
Tíð:
Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Telvað verða 11 umfør.
Virðislønir:
- 2500 kr.
- 1500 kr.
- 1000 kr.
Minst 2 x ratingsvirðislønir á 500 kr.
Luttøkugjald
Vaksin 150 kr.
Undir 18 ár 100 kr.
Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.
Tilmelding:
Tilmelding fer fram her: Tilmelding til FM Snar 2026. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 13. november kl. 12.00.
Møtið Fjølment !
Suðuroyar Talvfelag og Talvsamband Føroya
Talvsamband Føroya Faroechess