8. og seinasta summarkapping í ár verður telvað mikukvøldið, 26. august, klokkan 20.00. Øll eru vælkomin at luttaka.
Seinastu Tíðindini
Summarkapping 7
Talvkapping verður á netinum í kvøld kl. 20.00. Telvað verður við tíðini 10 min. + 5 sek. pr. leik. Øll eru vælkomin at luttaka.
Summarkapping 6
Mikukvøld er talvkvøld. Aftur í kvøld er talvkapping á netinum. Kappingin byrjar klokkan 20.00. Øll eru vælkomin at luttaka.
Summarkapping 5
Í kvøld, mikukvøldið 5. august kl. 20.00, verður talvkapping á netinum fyri føroyskum telvarum. Øll í hava áhuga fyri telving eru vælkomin at luttaka.
Summarkapping 4
4. summarkapping verður telvað á heimasíðuni chess.com í kvøld kl. 20.00. Kappingin er fyri øllum talváhugaðum.
Havnarmenn vunnu talvdystin

Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku.
Árligi talvdysturin á ólavsøku millum havnarmenn og klaksvíkingar var sum vant beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.
Í ár vunnu havnarmenn 6 – 4. Í fjør endaði dysturin javnur 5 – 5.
Talan er um kvikdyst, sum í mesta lagi varir í ein tíma.
Avtalað er, at telvast skal um ferðasteyp komandi árini.
Havnin – Klaksvík 6 – 4
1. Luitjen Akselsson Apol – Ólavur Simonsen 1 – 0
2. Rógvi W. Rasmussen – Finnbjørn Vang 1 – 0
3. Elias Petersen – Haldur Suni Johansen ½ – ½
4. Hjalti T. Jógvansson – Ingolf Gaard 0 – 1
5. Sigurð B. Justinussen – Terji Petersen 1 – 0
6. Herluf Hansen – Tummas M. Sólsker ½ – ½
7. Petur G. Magnussen – Janus Skaale 1 – 0
8. Flóvin M. Tummasarson – Wille Olsen 0 – 1
9. Jógvan Joensen – Rógvi H. Olsen 0 – 1
10. Herbert H. Johannesen – Rókur Davidsen 1 – 0
Havnin og Klaksvík í ólavsøkutalvdysti
Eins og undanfarin ár fara talvfeløgini í Havn og í Klaksvík aftur í ár at hava sín serstaka ólavsøkudyst.
Í fjør endaði dysturin javnur 5 – 5.
Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen – mitt í ólavsøkuni – beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.
Telvað verður sum vant á tíggju borðum. Hvør telvari fær fimtan minuttir í part umframt fimm sekund fyri hvønn leikin framíhjá. Talan er um kviktelving, teir rópa. Dysturin verður tí væntandi um ein tíma til longdar.

Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku.
Feløgini hava mannað seg við tíggju telvarum til dystin. Havnarliðið stillar upp eftir standardrating, røðin á klaksvíksliðnum er skipað eftir kvikrating.
Mannngarnar verða ætlandi hesar – í klombrum síggjast vanligu styrkitølini/standardtølini.
Havnar Telvingarfelag
1. Luitjen Akselsson Apol (2305)
2. Rógvi W. Rasmussen (2164)
3. Elias Petersen (2075)
4. Hjalti T. Jógvansson (2017)
5. Sigurð B. Justinussen (1976)
6. Herluf Hansen (1964)
7. Petur G. Magnussen (1957)
8. Flóvin M. Tummasarson (1924)
9. Jógvan Joensen (1908)
10. Herbert Holm Johannesen (1749)
Klaksvíkar Talvfelag
1. Ólavur Simonsen (2220)
2. Finnbjørn Vang (1952)
3. Haldur S. Johansen (2004)
4. Ingolf Gaard (1930)
5. Terji Petersen (1950)
6. Tummas Martin Sólsker (1881)
7. Janus Skaale (1964)
8. Wille Olsen (1961)
9. Rógvi H. Olsen (1884)
10. Rókur Davidsen (1988)
Øllum stendur frítt og ókeypis at forvitnast, meðan telvað verður.
Siðvenjan við hesum ólavsøkudystum byrjaði upprunaliga í 1995. Seinni datt dysturin niðurfyri, men byrjað var aftur í 2021.
Vinnarar 2021-2024
2021 HT
2022 KTF
2023 HT
2024 HT
2025 Javnleikur
Summarkapping 3
3. summarkapping verður telvað á heimasíðuni chess.com í kvøld kl. 20.00. Kappingin er fyri øllum talváhugaðum.
Summarkapping 2
Í kvøld, 15. juli kl. 20.00, verður skipað fyri talvkapping á chess.com. Øll eru vælkomin at luttaka.
Ungdómslandslið til OL

Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen (hm), mynda unga føroyska talvlandsliðið, sum fer á olympiadu í heyst.
Sjáldan hava so nógv avboð verið til føroyska talvlandsliðið sum í summar.
Tað hevur fingið nevndina í Talvsambandinum at manna landsliðið, sum í september skal á olympidu, við fýra unglingum aftrat OL-veteraninum John Rødgaard.
Eingin av okkara trimum sterkastu telvarum, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft, sum hava verið bulurin á talvlandsliðnum seinnu árini, vera við hesaferð.
Talvsamband Føroya Faroechess