Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2003 – jøvn og spennandi kapping

2003 – jøvn og spennandi kapping

Havnarmenn vunnu í harðari kapping við klaksvíkingar – og aðrar við.

Einki lið skaraði framúr, og tí gekk ógvuliga javnt á. Bara eitt lið datt niður ímillum – FM-manningin hjá Vestmanna Talvfelag, sum nú aftur flutti niður sum føroyameistari.

Torbjørn Thomsen var farin av vestmannaliðnum og aftur til Kollafjarðar at telva. Honum var tí stórur saknur í hjá vestmenningum. Men tað var ikki alt. John Rødgaard var ikki at kenna aftur. Hann tapti, tá hann ikki telvaði remis, móti endanum bragdaði tó hjá honum. 

Hini fimm liðini fylgdust ógvuliga væl. Fleiri fingu smakkin av at sveima á hægstu tindum. Eftir trý umfør var Streymur á odda, hálvtannað stig undan Klaksvík og Havnini, haðani var eitt stig aftur til nummar fimm. Sundalagsmenn høvdu fimm telvarar, ið skiftust – Martin, Finnbjørn, Sámal, Gunnar og Bergur. Eftir fjórða umfar vóru Streymur og Toftir jøvn í oddanum saman við Havnini, men bara eitt stig skilti fremstu fimm liðini. Og tá kappingin var hálvrunnin, var Havnin á odda, men bara eitt stig skilti fremstu fýra liðini.

Umleypandi gongd

Eftir sjeynda og áttanda umfar, sum telvað vóru eftir einum vikuskifti, var støðan broytt. Nú høvdu klaksvíkingar lagt seg á odda, eitt stig framman fyri Toftir, síðani aftur eitt stig til Streym og Havnina.

Men í níggjunda umfari vann Havnin stórsigur á Klaksvíkini, og tók leiðsluna. Hana varðveittu teir við enn einum fínum sigri í síðsta umfari, og so var FM-heitið tryggjað.

Unglingarnir Martin Poulsen og Olaf Berg røktaðu fremstu borðini hjá Havnar Telvingarfelag. Martin var kortini ikki meira enn hálvur, tí hann var í heilum uttanlands og telvaði. Sekstan ára gamli Olaf Berg røkti væl uppgávuna á 1. borði hjá Havnini, meðan Martin var burturstaddur. Annars vóru Herluf Hansen og Haldur S. Johansen fastir fúsir á liðnum. Haldur, sum tók ein steðg árið fyri, gjørdi hol í sjógvin, nú hann kom afturíaftur. Fleiri aðrir loystu av, Rógvi W. Rasmussen var við í einum umfari og vann týðandi stig í avgerandi dysti.  

Klaksvíkingar vóru væl við, tó at Rani Nolsøe hevði minni gott kappingarár, og Steintór Rasmussen bara telvaði við í fáum dystum. Ólavur Simonsen hevði frálíkt úrslit á 1. borði. Heini Olsen sást aftur á klaksvíksliðnum, men bara í einum dysti.

Hjá kollfirðingum kom tað væl við, at Torbjørn Thomsen var afturíafturkomin. Føroyameistarin Hans Kristian Simonsen var nú hollur oddamaður, Eyðálvur Johannesen royndist eisini væl sum annar ungi telvarin á liðnum. 

Bogi Ziska, sum nú var heimfluttur eftir fleiri ár á flatlondum, gjørdi góðan mun á toftaliðnum. Tað var, sum fekk hann lív í aftur Jens Christian Hansen, ið fór at telva aftur, sum tá hann var á tindinum. Toftamenn gjørdu seg tí rættiliga galdandi aftur í landskappingini fyri fyrstu ferð í fleiri ár.

Samanumtikið eitt javnt og spennandi kappingarár.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2002/03

2. deild

1. Sandavágur 29 stig

2. Runavík 23

3. Klaksvík 21

4. Vestmanna 17½

5. Havnin A 16½

6. Havnin B 13

3. deild (Finala)

Kollafjørður – Gøta 2½ – 1½

1. Kollafjørður

2. Gøta

3. Havnin

Unglingar

1. Vestmanna 28

2. Gøta A 20½

3. Klaksvík A 19½

4. Gøta B 18

5. Havnin 16½

6. Klaksvík B 16½

Sí eisini

2007 – klaksvíkingar vinna FM-drama 

Spenningur treyt ikki.  Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá …