Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2002 – vestmenningar vinna FM-finaludyst

2002 – vestmenningar vinna FM-finaludyst

So fingu vit fyri fyrstu ferð finaluumdyst um FM-heitið.

Ikki síðani fyrsta kappingarárið í 1971, endaðu tvey lið jøvn í oddanum í 1. deild. Nú var ásett, at ein finaluumdystur skuldi takast. Í 1971 vóru úrslit í innanhýsis dystum og mótstøðustig galdandi.

Fleiri av liðunum høvdu rættiliga fastar manningar og færri útskiftingar enn árini framman undan. Vestmenningar telvaðu við John Rødgaard, Torbjørn Thomsen, John Jacobsen og Kára Durhuus. Mest vanliga manningin hjá klaksvíkingum var Ólavur Simonsen, sum nú var afturíafturkomin eftir eitt ára útlegd í Runavík, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen, og hjá Havnini vóru tað aloftast Martin Poulsen, Olaf Berg, Herluf Hansen og Andrias Ziska. 

Kollfirðingar høvdu bara Tiger Hillarp-Persson við í tveimum dystum. Hans Kristian Simonsen røktaði í staðin 1. borð, men meðan hann telvaði HM-kapping fyri unglingar í Spania, sat annar gávaður unglingi úr Kollafirði, Eyðálvur Johannesen, á 1. borði.

Hjá Streymi var tað sama søgan, og teir høvdu ongar trupulleikarat halda sær í deildini. Havnin, sum hevði tvey lið, hevði ikki breiddina til at standa seg við báðum liðum í deildini.

Klaksvíkingar líktust móti endanum einum vinnara, men í seinasta umfari fingu vestmenningar teir aftur. 

3-1 í finaluni

Vikuna eftir var umdystur telvaður í Havn. Var nakar favorittur, vóru tað kanska klaksvíkingar, sum høvdu vunnið fyrra sínamillum dystin, og sum vóru ósigraðir á aftaru borðunum, tá Steintór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen telvaðu. 

Men í finaludystinum gjørdu vestmenningar bart. Kári Durhuus koppaði Tummas Martini, sum við níggju stigum í tíggju dystum hevði verið heilt suverenur í kappingini. Sama hendi á triðja borði, har John Jacobsen feldi hin ósigraða Steintór Rasmussen. Og tá ið John Rødgaard vann á Ólavi Simonsen á fremsta borði – tó at hann hevði bara eitt sekund eftir, tá leikur fjøruti skuldi flytast – so hjálpti tað ikki klaksvíkingum, at Rani Nolsøe vann á Torbirni Thomsen.

Vestmenningar vóru aftur føroyameistarar – tíggju ár eftir, at teir vunnu seinasta FM-heitið.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2001/02

2. deild

1. Toftir 28 stig

2. Sandavágur 23

3. Runavík 20

4. Klaksvík 18½

5. Vestmanna 15

6. Gøta 14½

3. deild

1. Havnin A 23 stig

2. Havnin B 20

3. Sandavágur 17

4. Rókur, Oyri 10½

5. Vestmanna 6½

Sí eisini

2007 – klaksvíkingar vinna FM-drama 

Spenningur treyt ikki.  Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá …