FM í skúlatalvi 2026 – stuðlað av MBM
november 17 @ 9:30 - november 19 @ 12:30

Árligu FM-kappingarnar í skúlatalvi verða hildnar í stórhøllini við Tjarnir dagarnar 17.-19. november.
Í mun til undanfarin ár vera ongar økisbýttar undankappingar. Ístaðin verða FM-vinnararnir funnir á degnum.
Aldursbólkarnir eru tillagaðar nakað frá seinast, soleiðis at 3.-4. flokkur kappast fyri seg, 5.-6. flokkur fyri seg og 7.-9. flokkur fyri seg.
Skráin er sostatt:
-
17. november við Tjarnir: allir 3.-4. flokkar
-
18. november við Tjarnir: allir 5.-6. flokkar
-
19. november við Tjarnir: allir 7.-9. flokkar
Kappingarnar byrja kl. 9.30 og eru væntandi lidnar kl. 12.30. Matarsteðgur verður hildin miðskeiðis í kappingunum. Børnini (og lærarar) fáa Mist og Twix, men hava annars egnan matpakka við.
Sum nakað nýtt verða heiðursmerki latin fremsta gentuliðnum og fremsta blandaða liðnum í hvørjari kapping. Fyri at telja sum gentulið krevst, at allar á liðnum eru gentur. Fyri at telja sum blandað lið krevst, at minst helvtin á liðnum eru gentur.
Kappingarreglurnar eru hesar:
-
Hvør skúli kann melda upp til átta lið til hvørja kapping
-
Seks næmingar manna hvørt liðið hvørt umfar. Hvørt lið kann hava upp til tveir útskiftarar
-
Næmingarnir sita í raðfylgju eftir styrki, har besti telvarin situr á 1. borði. Raðfylgjan kann broytast undir kappingini, tó ikki soleiðis at bestu telvararnir flyta niður á aftastu borðini og umvent
-
Mangla ein ella tveir næmingar í at manna eitt lið, er loyvt at lána næmingar úr eldri ella yngri flokkum
-
Telvað verða fimm umfør við klokku, har næmingarnir hava 10 minuttir í part til talvið
-
Ein leikur er endaligur, tá talvfólkið er slept. Um fólkið bara er nortið, men ikki slept, kann leikurin takast aftur
Fremstu trý liðini í hvørjari kapping fáa heiðursmerki, og vinnaraliðið fær steyp. Harumframt fáa fremsta gentuliðið og fremsta blandaða liðið í hvørjari kapping heiðursmerki.
Vinarliga boðið frá í seinasta lagi týsdagin 10. november, hvussu nógv lið koma frá tykkara skúla. Ynskiligt er, at tit í tilmeldingini skriva, hvussu liðini eita – t.d. “Løgmannabreyt 3a”. Er talan um gentulið ella blandað lið, kunnu tit frámerkja við G ella B – t.d “Løgmannabreyt 3a (G)”.
Vit síggjast til talvstevnu við Tjarnir 
Kappingarnar eru stuðlaðar av MBM
Talvsamband Føroya Faroechess