Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2001 – Havnin best í linligum ári

2001 – Havnin best í linligum ári

23½ stig  er heldur soltin úrtøka hjá vinnandi liði, men tað rakk. 

Havnarmenn høvdu smáar vónir um at endurvinna FM-heitið, tí bestu telvararnir vóru burtur. Flóvin Tór Næs og Carl Eli Samuelsen vóru báðir farnir undir lestur í Keypmannahavn. Stjørnuskotið Martin Poulsen var heldur ikki tøkur. Hann var farin á sama talveftirskúlan í Danmark, sum bæði Flóvin og Carl Eli framman undan høvdu gingið á. 

Men avbjóðararnir vóru eisini viknaðir. Klaksvíkingar høvdu mist Ólav Simonsen. Hann telvaði henda veturin í Runavíkar Talvfelag í 2. deild. Og kollfirðingar høvdu í sínum lagi mist sín besta telvara, Torbjørn Thomsen. Vestmenningar høvdu lokkað hann vesturum. Við John Rødgaard og Torbjørn Thomsen á fremru borðunum, var Vestmanna Talvfelag mett sum ein av favorittunum, men teir fingu tað ikki ordiliga at rigga. John Rødgaard hevði ikki sama fasta bit henda veturin, sum hann plagdi at hava. 

Kollfirðingar settu aftur skærar litir á kappingina við trimum spennandi leigusveinum til í alt fimm talv. Umframt Tiger Hillarp-Persson vóru tað Henrik Danielsen og Leif Kristensen úr Danmark. Gjósturin var í so nógvur í Kollafirði, í alt tólv telvarar skiftust um tey fýra borðini.

Tá var øðrvísi í Sundalagnum. Teir høvdu at kalla fasta manning allan veturin, og endaðu kortini næstfremstir. Sandavágsmenn runnu aftaná, og máttu til endans lata sær lynda at flyta niður.

Stór sveiggj

Gongdin hjá vinnandi havnarliðnum var merkisverd. Byrjanin var trek. Teir vunnu ongan av fyrstu fýra dystunum, og lógu tá aftastir. Men so kom gongd á. So við og við otaðu teir seg fram í røðini, og yvirhálaðu øll mótstøðuliðini, eitt fyri og annað eftir. Eftir seks sigrar á rað endaðu teir fremstir.

Ikki færri enn níggju telvarar skiftust at manna havnarliðið. Teir føstu vóru Haldur S. Johansen, Herluf Hansen og Olaf Berg. 14 ára gamli Olaf var toppskjútti við hálvum sjeynda stigi í níggju dystum.

Avloysararnir royndust væl. Andrias Ziska vann síni fýra talv, tann ungi Jóhan E. Hansen varð grýttur inn á liðið í tveimum lykladystum, og vann óvæntað báðar ferðir. Suni Merkistein fekk tvey stig í trimum dystum, og Flóvin Tór Næs munaði væl á fyrsta borði í tveimum dystum, tá gongdin varð vend.

Klaksvíkingar høvdu eisini síni sveiggj, men teir vóru noyddir at dúva upp á unga fólkið, sum fekk kærkomnar royndir. Og uttan Ólav Simonsen og nakran av útisetunum, so munaði ikki nóg væl hjá teimum.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2000/01

2. deild

1. Havnin A 26

2. Toftir 23½

3. Gøta 21

4. Runavík 20

5. Klaksvík  16

6. Havnin B 13½

3. deild

1. Vestmanna A 28

 2. Havnin   26½

3. Kollafjørður   23

4. Vestmanna B  15

5. Rókur 13

6. Klaksvík 3  12½

Unglingar

1. Klaksvík 12

2. Havnin A 7½

3. Havnin B  4½

Børn

1. Havnin 10½

2. Klaksvík 8½

3. Gøta 4

4. Toftir 1

Sí eisini

2007 – klaksvíkingar vinna FM-drama 

Spenningur treyt ikki.  Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá …