So vunnu klaksvíkingar fyrsta FM-sigurin í fimm ár.
Tað gjørdist ein spennandi togtogan millum Klaksvík og Kollafjørð. Havnarmenn lógu á bakhjóli, men vunnu ongantíð heilt fram á hinar.
Kollfirðingar fingu bestu byrjanina, og vóru oddalið alla fyrru hálvuna. Gaman í var Tiger Hillarp-Persson við í onkrum dysti, men annars var talan um eitt reint kollafjarðarlið. Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen mannaðu ovaru borðini, og Eyðálvur Johannesen og Grettir Djurhuus tey niðaru. Tiger var upptikin av dystum í bæði svensku og donsku landskappingini, og var tí nóg illa hálvur í føroysku kappingini.
Klaksvíkingar hjálptust við tað heimafólk, ið tøkt var. Heini Olsen var ikki við í nøkrum dysti, ei heldur Steintór Rasmussen. Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe røktaðu fremru borðini, og ungdómurin tey niðaru. Klaksvíkingar dúvaðu nógv upp á stóra tilfeingið av yngri telvarum, sum vunnu seg fram í 90-unum, og nú stóðu í føgrum blóma.
Hjá Havnini stóð í botni at byrja við. Føroyameistarin Martin Poulsen reikaði aftur kring Evropa í ymsum talvkappingum, og var tí lítið við. Um heystið 2003, tá liðkappingin byrjaði, telvaði hann fleiri kappingar í Ungarn. So eydnaðist at fáa Haldur S. Johansen við aftur, og síðani legðist Bogi Ziska aftrat sum óvæntaður styrkur. Hann var annars byrjaður á liðnum hjá Tofta Talvfelag, men reglugerðin forðaði ikki fyri hesum skifti mitt undir kappingini.
Sundalagsmenn høvdu fingið sær styrk úr Havn. Rógvi W. Rasmussen, sum nú starvaðist í Føroyum undir læknalestrinum, tók av einum tilboði um at telva á 1. borði hjá Streymi.
Olaf koppar tikaranum
Í seinnu hálvu kom stígur í hjá kollfirðingum, og klaksvíkingar vunnu seg framum.
Fyrst taptu kollfirðingar óvæntað 3-1 fyri sundalagsmonnum í sætta umfari. Rógvi vann á Hans Kristiani á 1. borði. Og í áttanda umfari vóru kollfirðingar fyri uppaftur størri ósigri móti Havnini. Her hendi tað, at 17 ára gamli Olaf Berg vann á svenska stórmeistaranum Tiger Hillarp-Persson – norðurlandameistaranum frá 1999.
Men kollfirðingar reistust í níggjunda umfari og fingu spenning í aftur kappingina við góðum 3-1 sigri í toppdystinum móti Klaksvík.
Klaksvíkingar høvdu framvegis leiðsluna, men nú var bara hálvtannað stig á muni fyri seinasta umfar. Tá áttu klaksvíkingar torførara dystin. Klaksvíkingar og havnarmenn brustu tá saman, meðan kollfirðingar høvdu Toftir eftir í seinasta dystinum.
Stórur spenningur
Klaksvíkingar kendu trýstið á sær, og ætlaðu sær útisetastyrk. Heini Olsen hevði stutt framman undan vunnið fyrsta IM-normin í kapping í Oslo, nú var hann við í 100 ára jubileumskapping hjá Arbejdernes Skakforening í Keypmannahavn, og fekk tí ikki komið bygdarmonnum sínum til hjálpar. Í staðin var Eyðun Nolsøe flogin heim til dystin móti Havnini, sum nú var styrkt við tí afturíafturkomna Martini Poulsen.
Men Eyðun mátti dvína fyri 17 ára gamla Olaf Berg í longum og drúgvum talvi. Á hinum borðunum var remis. Klaksvíkingurin Haldur S. Johansen hevur kanska kent seg í eini tvístøðu á havnarliðnum. Skuldi hann fara at ovtaka seg í einum dysti, sum lítlan týdning hevði fyri sítt lið við teirri møguligu avleiðing, at hann fór at forkoma einum FM-sigri hjá sínum barndómsfelag? Haldur stóð væl í talvinum móti Tummas Martini, men bjóðaði remis.
Kollfirðingar høvdu møguleikan at avgera kappingina, men her komu toftamenn klaksvíkingum til hjálpar. Óvæntað eydnaðist toftamonnum at fáa hálvtannað stig í dystinum móti Kollafirði, og úrslitið var tí, at klaksvíkingar endaðu eitt hálvt stig framman fyri kollfirðingar. Klaksvíkingar mundu senda Andreas, presti, sum stríddi seg til remis móti Hans Kristiani, og Øssuri Hansen, sum vann á fjórða borði, allar góðar tankar hetta kvøldið.
Spenningur til síðsta leik.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2003/04
2. deild
1. Vestmanna 25½ stig
2. Havnin 16½
3. Klaksvík 15
4. Kollafjørður 13½
5. Vestmanna 2 9½
3. deild
1. Havnin A 40 stig
2. Havnin B 30½
3. Gøta 29½
4. Sandavágur 25½
5. Rókur 17
6. Vestmanna 16
7. Miðvágur 9½
Unglingar
1. Klaksvík A 33½
2. Havnin A 27½
3. Gøta 27
4. Klaksvík B 25
5. Vestmanna A 20½
6. Toftir 20
7. Sandavágur 19½
8. Havnin B 15
9. Miðvágur 14
10. Rókur 7½
11. Vestmanna B ½
Talvsamband Føroya Faroechess