Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2005 – Havnin og Klaksvík í FM-finalubraki 

2005 – Havnin og Klaksvík í FM-finalubraki 

Klaksvíkingar mistu á stokkinum. Teir høvdu leiðsluna allan vegin, men vórðu yvirhálaðir á málstrikuni.

Annað árið á rað fingu vit spenning og drama við lít í seinasta umfari. Hesaferð endaði tað við beinleiðis FM-finaludysti millum Klaksvík og Havnina. Avgerðin fall ikki fyrr enn í seinasta sekundi í seinasta talvinum í dystinum.

Avgerandi leiklutin í FM-sigrinum hjá Havnini áttu ungu menninir á fremru borðunum. Martin Poulsen og Olaf Berg sýndu framúrskarandi avrik.

Føroyameistarin Martin Poulsen var ósigraður í níggju dystum; vann fýra og telvaði fimm remis móti John Rødgaard, Heina Olsen, Hans Kristian Simonsen, Ólavi Simonsen og øðrum við.

Olaf Berg var flúgvandi á øðrum borði og fekk við níggju stigum í tíggju dystum bestu einstøku úrtøkuna í 1. deild. Teir báðir settu trumf á í avgerandi dystinum móti Klaksvík í seinasta umfari. Bogi Ziska røktaði triðja borð, og á fjórða borði hjá havnarmonnum sást í fleiri dystum ein bara fjúrtan ára gamal Helgi Dam Ziska.

Klaksvíkingar høvdu eisini eitt frálíkt kappingarár, tó at Ólavur Simonsen ikki fekk tað at rigga sum vant. Afturfyri sást Heini Olsen aftur á klaksvíksliðnum í summum dystum. Stóri toppskjúttin í Klaksvík var annars Finnbjørn Vang, sum hevði eitt rimmar kappingarár.

Sundalagsmenn høvdu sítt besta úrslit í nøkur ár og otaðu seg fram á triðja plássið. Annað árið á rað var Rógvi W. Rasmussen kærkomin styrkur. Annar legionerur úr Havnar Telvingarfelag var Carl Eli Samuelsen, sum nú flutti heim aftur. Ikki til barndómsfelagið í Havn, men til Vestmannar. 

Kollfirðingar høvdu ongan Tiger ella annan styrk uttaneftir hesaferð, men telvaðu við einum lokalum liði burturav. Hetta var nýtt og gott gamalt, men manningin var ikki ment at gera seg galdandi millum fremru liðini.

Toftamenn uttan Jens Chr. Hansen, sum var burtur í sigling, dragnaðu heilt afturúr.

Drama í finalu

Seinastu dystirnir vórðu telvaðir sum felagsumfar á Argjum. Oddaliðini Klaksvík og Havnin brustu saman. Havnin hevði fyri neyðini ein 3-1 sigur, skuldu teir taka meistaraheitið frá klaksvíkingum.

Klaksvíkingar høvdu ætlað at fáa Heina Olsen heim til dystin, men hann var – eins og havnarmaðurin Flóvin Tór Næs – við í IM-kapping í Dianulund á Sælandi um somu tíð. Har eydnaðist annars Flóvini at vinna sín triðja IM-norm, men heitið liggur framvegis á láni, tí styrkitalið er ongantíð komið upp á 2400.

Teir samdust tíðliga um remis á niðaru borðunum í avgerandi FM-dystinum á Argja Skúla. Nú kravdist 2-0 til havnarmenn á ovaru borðunum. Martin og Olaf móti Ólavi og Finnbjørn. Og tað eyndaðist. Í dystinum millum telvararnar við bestu einstøku úrtøkunum í 1. deild vann Olaf á øðrum borði.

Nú stúgvaðist alt kring 1. borð. Har var rokan í fjøruni. Martin hevði munin, men báðir vóru í dýrandi tíðarneyð. Og so reyk tíðin hjá Ólavi – tá ein leikur var eftir at flyta.

Soleiðis skifti FM-heitið úr Klaksvík til Havnar.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2004/05

2. deild

1. Klaksvík 29½ stig

2. Havnin A 28

3. Sandavágur 24½

4. Havnin B 14

5. Vestmanna 13½

6. Kollafjørður 7½

3. deild

1. Gøta 31½ stig

2. Vestmanna A 29

3. Havnin A 28

4. Havnin B 26½

5. Sandavágur 23

6. Rókur 21½

7. Klaksvík 16½

8. Eiði 15

9. Vestmanna 10

10. Gøta B 5½

Unglingar

1. Klaksvík 24½

2. Sandavágur 22

3. Havnin 14

4. Gøta 13½

5. Miðvágur A 12

6. Rókur 10

7. Vestmanna 9½

8. Miðvágur B 1½

Sí eisini

2007 – klaksvíkingar vinna FM-drama 

Spenningur treyt ikki.  Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá …