Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2000 – Havnin og Klaksvík í serflokki

2000 – Havnin og Klaksvík í serflokki

Sjáldan – um nakrantíð – hava tvey lið skarað so nógv framúr sum hetta árið. Havnin og Klaksvík vóru í serflokki. Hartil vóru tey so jøvn, at bara stavnurin var á muni, tá komið var á mál. Havnarmenn endaðu eitt hálvt stig fremri, og vunnu soleiðis fyrsta FM-heitið í fimm ár.

Kanska átti ein klaksvíkingur sín týðandi lut í, at meistaraheitið flutti úr Klaksvík til Havnar. Haldur S. Johansen, sum nú var búsitandi í Havn, tók avgerð um at flyta úr barndómsfelagnum í Klaksvík í Havnar Telvingarfelag. Mestur var tað øll ferðingin, ið nú kundi sleppast undan, ið fekk hann at leypa um borg. Tað er ikki yvir at dylja, at eins væl og hetta gagnaði havnarliðnum, mundi tað kennast sum missur hjá Klaksvíkar Talvfelag.

Hjá havnarmonnum var saknur í Flóvin Tór Næs, sum henda veturin reikaði sum ferðandi telvari um alt Evropa. Honum eydnaðist at vera við í bara tveimum dystum í føroysku kappingini. Afturímóti var tað rættur fongur, at Herluf Hansen var heimfluttur og aftur gjørdist fastur fúsur í Havnar Telvingarfelag. Á fjórða borði sást hin einans fimtan ára gamli Martin Poulsen. Øllum var greitt, at her vóru knotur. Á fyrsta borði var Carl Eli Samuelsen, ið nú var tjúgu ára gamal. Hann royndist væl á sínum uriasposti. Hetta var fasta manningin.

Men avgerandi fyri FM-sigurin var kortini breiddin. Fýra ferðir var brúk fyri avloysarum, og teir avrikaðu til ug við fýra stigum. Í tí avgerandi dystinum í seinasta umfari var hin einans trettan ára gamli Olaf Berg hirdur upp á Stóra Pall, og heldur ikki hann sveik álitið. Mong mundu longu síggja, at framtíðin tóktist bjørt hjá Havnar Telvingarfelag. Framtíðin kundi næstan sigast við tveimum orðum: Martin og Olaf.

Klaksvíkingar høvdu rættiliga fasta manning. Rani Nolsøe, Ólavur Simonsen, Steintór Rasmussen og Tummas Martin Anthoniussen. Ingolf Gaard fekk hartil eisini sínar fyrstu dystir á besta liðnum. Allir stóðu seg væl; 29½ stig er sera góð úrtøka. Bara dystirnir móti Havnini miseydnaðust. 

Í Kollafirði vóru nýggjar tíðir. Eingir útlendskir telvarar vóru nú við. Ættarliðsskiftið var fullgjørt. Í onkrum dysti sóust bara unglingar, eitt nú Hans Kristian Simonsen, Eyðálvur Johannesen, Teitur Joensen og Árant Djurhuus. Tað var nú mestsum ov nógv av tí góða. Brøðurnir Torbjørn og Bernhard Thomsen vóru heldur ikki at síggja. Skútan sýntist at reka fyri vág og vind. Skiparin var farin av brúnni. Hanus Joensen, sum mundi hava stjórnað felagnum í mong ár, var nú fluttur til Havnar og var vorðin skúlastjóri har. Eftir nýggjár komu Torbjørn og Bernhard afturíaftur, og tað munaði væl. Men ættarliðsskiftið var ein veruleiki. Hans Jacob Petersen var givin at telva, seinni flutti hann til Vágs at búgva. Heri V. Thomsen førdi skip og búsettist í Noregi, og aðrir av teimum eldru, eitt nú Grettir Djurhuus og Niclas Joensen, fullu so líðandi frá. Poul Martin Hansen var farin undir lestur í Danmark. Hann er í dag dosentur í lívalisfrøði á Niels Bohr rannsóknarstovninum í Keypmannahavn.

Øðrvísi er í Sundalagnum og á Toftum. Har er alt, sum tað plagar at vera. Ógvuliga lítið legst aftrat, og tað er ein trupulleiki. Toftamenn eru ikki mentir at halda tørn, og missa nú sætið í bestu deildini. Hørð kapping er millum Sandavág og Toftir um at verða hangandi. 

Endabrestur

Kappingin endaði við stórum felagsumfari í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla.

Toppur og botnur tørnaðu saman. Oddaliðini Havnin og Klaksvík høvdu dystir móti botnliðunum Toftir og Sandavágur. Havnin og Sandavágur vóru hálvt stig fremri í hvør sínum enda. Henda støða broyttist ikki, tí bæði havnarmenn og klaksvíkingar gjørdu bart henda dagin og vunnu 4-0. Avbjóðingin hjá klaksvíkingum var serliga á fyrsta borði, men heldur ikki her stóð á at vinna; Rani Nolsøe koppaði Torkil Nielsen.

Systirsonurin sat við líknandi uppgávu á fyrsta borði hjá havnarmonnum, men eisini hann útinti setningin; Carl Eli Nolsøe Samuelsen feldi Jens Chr. Hansen.

Manningin hjá havnarmonnum hendan dagin var blaðung – kanska hin yngsta á 1. liði nakrantíð. Miðalaldurin hjá Carl Eli, Herluf, Martin og Olaf var 18½. Á fjórða borði vann hin 13 ára gamli Olaf á tí 72 ára gamla Ústa.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 1999/00

2. deild

1. Vestmanna 21 stig

2. Havnin 2 18

3. Klaksvík 2 16

4. Runavík 13½

5. Havnin 3 11½

3. deild

1. Havnin 4  28

2. Gøta 23

3. Vestmanna 2  21½

4. Klaksvík 3  18½

5. Havnin 5  17½

6. Rókur 11½

Unglingar

1. Havnin 1  21

2. Klaksvík 1  18

3. Havnin 2  8

4. Klaksvík 2  1

Sí eisini

2007 – klaksvíkingar vinna FM-drama 

Spenningur treyt ikki.  Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá …