Spenningur treyt ikki.
Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá vestmenningum. Avgerðin fell ikki fyrr enn á síðsta leikdegi.
Heini Olsen var nú heimfluttur og við aftur á klaksvíksliðnum – tó ikki í hvørjum dysti. Men væl munaði kortini. Klaksvíkar Talvfelag hevði tvey lið í deildini. Hjá felagnum var tað rímiligt kærkomin styrkur, at Haldur S. Johansen nú mól aftur á blóðið.
Havnarmonnum kendist tað stórur missur, at Olaf Berg var farin at telva við vágamonnum. Helgi Dam Ziska telvaði nú mest uttanlands, og var tí rárur gestur á havnarliðnum. Nógvi gjósturin bar í sær, at Havnar Telvingarfelag fekk ikki av álvara kappast um FM-heitið longur. Felagslívið haltaði, og ov lítið kom undan hesi árini. Men tveir vilstir sundalagsmenn gjørdust nú kærkomnir stuðlar hjá Havnar Telvingarfelag.
Niðurbræðing í Norðstreymoy
Talvfelagið Streymur var í upploysn. Teir vóru ikki longur mentir at manna lið, og tóku seg tí úr kappingini. Tí komu bæði Martin Brekká og Finnbjørn Zachariassen at telva við Havnini. Martin var heldur drúgvari enn Finnbjørn, men steðgurin var bara galdandi fyri hetta eina kappingarárið.
Kollafjarðar Talvfelag var eisini í upploysn. Í hvussu er 1. lið. Endin var, at teir løgdu árarnar inn á hálvari leið hetta kappingarárið. At 1. deildarfelag gevst mitt í kappingini er eindømi hjá okkum. Kollfirðingar fluttu niður árið fyri, men av tí at sundalagsmenn riggaðu av, fingu teir ein nýggjan møguleika í 1. deild. Tilburðurin stendur í stórari andsøgn til tað yðjandi virksemi í felagnum nøkur ár framman undan, tá góðir fremmandir telvarar vóru við til at seta ein altjóða dám á føroyska telving.
Aftur finaludrama
Eins og árini fyri kom tað til sera spennandi og avgerandi dystir í seinasta umfari.
Klaksvík var eitt stig undan vestmenningum. A-liðið hjá Klaksvík telvaði móti Havnini. Tað endaði 2- 2. Nú lá tað til vestmenningar, sum høvdu B-liðið hjá klaksvíkingum yvir av sær. Vestmenningar stóðu seg við 3-1 sigri, og líkt var til, at tað fór at eydnast. John Rødgaard og Carl Eli Samuelsen góvu Vestmanna eina 2-0 leiðslu. Remis var á 3. borði, so nú lá alt á telvarunum á 4. borði.
Har sótu Jákup á Rógvu Andreasen og Rani Baldursson. Stór mannamúgva trokaðist uttan um. Eina løtu tóktist tað, sum fór Jákup at knógva javnleikinum, men fjálturin merktist á báðum, og tíðin var knøpp. Óneyvleikar hómaðust í spentu støðuni, og endin var, at Rani Baldursson við bara tjúgu sekundum eftir á klokkuni setti vestmenningin skák og mát.
Klaksvíkingar skóru í fagnaðarróp, nú FM-heitið var tryggjað í seinasta talvinum í stóra felagsumfarinum úti í samkomuhøllini á Læraraskúlanum. 2. lið hjá klaksvíkingum tryggjaði 1. liði FM-heitið, tá á stóð.
Tað bjargaði teimum kortini ikki undan niðurflyting. Eitt hálvt stig restaði í hjá Klaksvík B. Sandavágs Talvfelag, sum ofta hevði verið noytt at sættast við leiklutin sum elevatorlið, varð hangandi.
Tilveran sum elevatorlið var nú fortíð hjá sandavágsmonnum.
Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2006/07
2. deild
1. Vestmanna A 26½ stig
2. Toftir 22½
3. Havnin A 22½
4. Havnin B 21½
5. Sandavágur 19½
6. Vestmanna B 6½
3. deild
1. Klaksvík A 27 stig
2. Havnin A 24½
3. Sandavágur A 24
4. Havnin B 22
5. Rókur 21½
6. Skopun 15½
7. Gøta 14
8. Sandavágur B 13
9. Klaksvík B 11½
10. Vestmanna 3
Unglingar
1. Klaksvík 23
2. Sandavágur 22½
3. Rókur 19½
4. Havnin 8½
5. Skopun 6½
Talvsamband Føroya Faroechess