Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 2006 – styrkt vestmannalið sigrar

2006 – styrkt vestmannalið sigrar

So vóru vestmenningar aftur ovast á tindinum.

Við John Rødgaard og føroyameistaranum Carl Eli Samuelsen á fremru borðunum, og tveimum lokalum á niðaru borðunum – Samson Højgaard og Jákup á Rógvi Andreasen – var uppskriftin til eitt FM-heiti klár. Aðrir loystu hendinga ferð av – millum annað ein blaðungur Sjúrður Thorsteinsson, sum John Rødgaard hevði við sær norðurum til summar dystir.

Havnarmenn vóru leingi væl við í FM-kapprenningini, men tað var ikki sami fastleiki yvir teimum sum árið fyri. Martin Poulsen var ikki altíð tøkur, mestur var hann uttanlands og telvaði viðhvørt, og Olaf Berg kláraði ikki at endurtaka bragdið við óvanliga góða úrslitinum frá árinum fyri. Bogi Ziska gleið spakuliga út, í staðin mannaðu feðgarnir Andrias og Helgi Dam Ziska ofta niðaru borðini.

Klaksvíkingar gjørdu seg ikki galdandi. Teir mannaðu tvey jøvnsterk lið, sum eisini endaðu jøvn tá saman um kom.

Kollfirðingar og hvalvíkingar høvdu ein harðan bardaga sínamillum um at lívbjarga sær í deildini. Sundalagsmenn høvdu ikki longur Rógva W. Rasmussen at hjálpa sær, men afturfyri høvdu teir fingið klaksvíkingin í Havn, Haldur S. Johansen, norður at taka eina hond í. Kollfirðingar vóru viknaðir. Svenski tikarin var farin, Eyðálvur Johannesen, sum saman við Hans Kristiani var onnur unga vónin í Kollafirði, var heldur ikki við.

Tað kom til fínteljing í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting, men kollfirðingar sótu eftir við svartaperi, tí teir høvdu færri dystarstig enn Streymur.

Vestmenningar vinna toppdystin

Í áttanda umfari møttust Havnin og Vestmanna í týðandi toppdysti. Havnarmenn høvdu verið á odda í kappingini, men leiðslan var so líðandi svunnin. Vestmenningar vunnu toppdystin 2½-1½. Ziska-feðgarnir taptu á niðaru borðunum fyri Samson og Jákupi.

Fyri seinasta umfar stóð at kalla á jøvnum millum oddaliðini bæði, men nú var havnarliðið viknað meira enn gott var, tí Helgi Dam Ziska var farin til Íslands at telva í stóru kappingini Reykjavík Open, og pápin var farin við honum. 

Vestmanna Talvfelag gjørdi arbeiðið liðugt og tryggjaði sær FM-heitið. 

Í Reykjavík vann Helgi á fyrrverandi stórtelvaranum Jan Timman og tryggjaði sær annan IM-normin. 

Og vesturi í Vágum er okkurt í umbúna. Sandavágs Talvfelag vinnur allar deildirnar uttan 1. deild – 2. deild, 3. deild og unglingadeildina.

Nýggjar tíðir eru ávegis.

Úrslitini frá 1. deild eru at finna her: 1. deild 2005/06

2. deild

1. Sandavágur 27½

2. Havnin B 22½

3. Vestmanna 22½

4. Havnin A 20½

5. Toftir 13½

6. Gøta 9½

3. deild

1. Sandavágur A  27½ stig

2. Havnin A  26½

3. Vestmanna 24½

4. Sandavágur B  22

5. Rókur A  20

6. Klaksvík  A  18

7. Havnin B  14

8. Klaksvík B  13½

9. Rókur B  10

10. Gøta 4

Unglingar (Finala)

Sandavágur – Rókur A 3½ – ½

3-4 pláss:

Vestmanna – Rókur B 4 – 0

Sí eisini

2007 – klaksvíkingar vinna FM-drama 

Spenningur treyt ikki.  Hesaferð bragdaði hjá klaksvíkingum, sum vóru í harðari kapping við FM-manningina hjá …