So byrjaði landskappingin í talvi hetta vikuskiftið.
Einki himpr var á FM-manningini hjá Sandavágs Talvfelag í fyrsta umfari í vetur. Móti uppflutta liðnum hjá Kollafjarðar Talvfelag gjørdu allir fýra vágamenninir sína skyldu og vunnu. 4-0 var ikki óvæntað úrslit. Dysturin var framskundaður til í gjár leygardagin, tí fleiri á vágaliðnum spæla eisini fótbólt í bestu deildini.
A-liðið hjá Havnini vann 3 – 1 á hinum 1. deildarliðnum hjá felagnum. Eitt ættarliðsskifti er helst í umbúna í Havnar Telvingarfelag. Carl Eli Samuelsen og Sjúrður Thorsteinsson eru farnir burturúr, og Helgi Dam Ziska og Martin Poulsen verða sum skilst ikki fastir menn í vetur heldur. Olaf Berg hevur einki telvað í eini trý ár.
Miðalaldurin hjá teimum trimum sigrandi á A-liði Havnar Telvingarfelags í dag var ógvuliga lágur. Luitjen, Elias og Petur – allir hoyvíkingar – eru ávikavist 20, 19 og 17 ára gamlir.
Dysturin millum klaksvíksliðini í 1. deild er útsettur til týskvøldið 27. oktober.
1. deild (1. umfar, 18. oktober)
Kollafjørður – Sandavágur 0 – 4
Árant Djurhuus – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1
Rógvi Mørkøre – Rógvi Egilstoft 0 – 1
Markus Jacobsen – Jón í Horni Nielsen 0 – 1
Alvin Joensen – Jón Atlason 0 – 1
Havnin A. – Havnin B. 3 – 1
Luitjen Akselsson Apol – Suni Merkistein 1 – 0
Elias Petersen – Flóvin M. Tummasarson 1 – 0
Herluf Hansen – Heiðrikur T. Jacobsen 0 – 1
Petur G. Magnussen – Margar Berg 1 – 0
Dysturin millum Klaksvík A. – Klaksvík B. er útsettur.
Javnt í 2. deild
Tað gekk javnt á í øllum trimum dystum í 2. deild í dag.
Sandavágur, sum flutti úr bestu deildini í fjør, fekk dygga mótstøðu móti uppflutta liðnum úr Vestmanna. Jákup á Rógvu Andreasen og John Jacobsen høvdu ivaleyst kunnað styrkt vestmannaliðið, men kanska fara teir at leggjast aftrat hinum, sum kappingini líður.
Toftamenn, sum snávaðu í uppflytingarstríðnum farna kappingarár, fingu fína byrjan við góðum sigri á sterkum klaksvíksliði. Fleirfaldi føroyameistarin Jens Chr. Hansen – nú 65 ára gamal – var sigursharri í dystinum.
Og havnarliðini í næstbestu deildini tykjast jøvnsterk.
2. deild (1. umfar, 18. otkober)
Toftir – Klaksvík 2½ – 1½
Andrias Danielsen – Rani Nolsøe ½ – ½
Bogi Ziska – Finnbjørn Vang ½ – ½
Jens Chr. Hansen – Einar Gregersen 1 – 0
Andreas Andreasen – Rógvi H.Olsen ½ – ½
Sandavágur – Vestmanna 2½ 1½
Torkil Nielsen – Samson Højgaard 0 – 1
Bernhard Augustinussen – Hanus Ingi Hansen 1 – 0
Jónfinn Thomsen – Jón Mikkelsen ½ – ½
Hans Kári Hansen – Ingolf Debess 1 – 0
Havnin A. – Havnin B. 2 – 2
Jaspur Gaard – Sigurð B. Justinussen 0 – 1
Brestir Samuelsen – Jóannes Guttesen 1 – 0
Herbert Holm Johannesen – Poul Poulsen 1 – 0
Aleksander Klevang Eikholm – Óli Joensen 0 – 1
Tveir javnleikir í 3. deild
Styrkta manningin hjá Suðuroyar Talvfelag fekk ikki ta góðu byrjanina, ið vónir ivaleyst mundu vera um. Gøtumenn vóru teimum ov stinnir suðuri í Salti.
Púra óvæntað vunnu gøtumenn dystin á ovaru borðunum móti fyrrverandi føroyameistarunum Eyðuni Nolsøe og Carl Eli Samuelsen. Eyðun mátti dvína fyri Petur Pálli – sum er eldri enn Eyðun – og Carl Eli mátti sættast við remis móti Peturi Larsen, sum er útivið 400 ratingstig niðari.
Kollfirðingar løgdu fyri sum eitt óløgi og syrgdu fyri einasta stórsigrinum í deildini.
Sundalagsmenn og kongshavnarmenn (runavíkingar) vóru javnsterkir í dag.
3. deild (1. umfar, 18. oktober)
Suðuroy – Gøta 2 – 2
Eyðun Nolsøe – Petur Páll Mikkelsen 0 – 1
Carl Eli Samuelsen – Petur Larsen ½ – ½
Fríði Stenberg Olsen – Jákup F. Joensen ½ – ½
Ingi Ellingsgaard – Sakaris M. Jacobsen 1 – 0
Kongshavn – Rókur 2 – 2
Brandur Højgaard – Martin Brekká ½ – ½
Meinhard Danielsen – Sámal Christiansen ½ – ½
Rúni Jacobsen – Fróði Zachariassen 0 – 1
Eyðun Lamhauge – Bjarni Jacobsen 1 – 0
Kollafjørður – Sandavágur 3½ – ½
Bernhard Thomsen – Hjalti Petersen 1 – 0
Ingi Højsted – Axel Poulsen ½ – ½
Virgar Fagraklett – Hans Dánjal Joensen 1 – 0
Signar Kristiansen – Suni í Horni Nielsen 1 – 0
4. deild (1. umfar, 18. oktober)
Klaksvík – Strendur 3 – 1
Bogi á Kósini – Jóhannes Simonsen 1 – 0
Mannbjørn Anthoniussen – Ábraham Dalslíð ½ – ½
Magnus O. Gullaksen – Sonni O. Johnsson ½ – ½
Marner Fríði Petersen – Hávarður Trúgvason 1 – 0
Sandavágur – Rókur 3 – 1
Holgar Johannesen – David Lútzen 1 – 0
Gutti Petersen – Mortan Mørkøre 0 – 1
Helgi Poulsen – Árni M. Dam 1 – 0
Sigvaldur Bláberg – Kristjan Madsen 1 – 0
Havnin A. – Havnin B. 1½ – 2½
Finn Larsen – Baldur B. Jørgensen 0 – 1
Ronny í Lon – Andrew Xin 0 – 1
Jóhan Sivertsen – Djóni Jakobsen ½ – ½
Andri Lenvig – Lisa Xin 1 – 0
2. umfar í landskappingini verður um tvær vikur – sunnudagin 1. november. Tá telva liðini í 5. deild eisini sínar fyrstu dystir. Kappingin hjá unglingum byrjar ætlandi í fyrstu viku í november.
Síðani verður telvað aftur 22. november og 29. november. Kappingin heldur so fram eftir nýggjár. Í alt eru tíggju umfør. Landskappingin millum feløgini endar 13. mars í 2027.
Talvsamband Føroya Faroechess