Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1975 – alt í hálvum gekki

1975 – alt í hálvum gekki

1974/75

Hetta er kappingarárið, sum onkursvegna er dottið burtur ímillum. Vit vita ógvuliga lítið.

Talvritstjórin á Dimmalætting var givin, og sostatt helt mestsum øll almenn umrøða av kappingini uppat. Í hinum miðlunum er næstan einki at síggja.

Í sínum seinasta talvteigi í Dimmalætting hin 19. september 1974 skrivar Gunnar Reynslág, at nú byrjar nýggj landskapping. Vit fáa at vita hvørji lið eru í hvørjari deild. 

Í C-deildini og unglingadeildini eru liðini so nógv, níggju í C-deildini og tíggju í unglingadeildinini, at gingið verður frá dupultumfari. Umførini í C-deildini eru tí átta, og í unglingadeildini níggju. Í ovaru deildunum eru liðini fimm. Tey telva úti- og heimadystir – umførini eru tí sum vant átta í alt. 

Fyrsta umfar er 22. september 1974, og so endar kappingin um miðjan januar 1975.

Tað seinasta, sum vit finna um hesa kappingina, er ein stubbi í Tíðindablaðnum 13. desember 1974. Tá líður væl í kappingini.

Har stendur, at í A-deildini er Havnin greitt á odda. Teir hava eftir seks umfør 17½ stig, og eitt niðurlagt talv. Tá eru tveir dystir eftir. 

A-deildin (støðan um ársskiftið 1974/75)

Havnin 17½  stig (seks umfør – eitt niðurlagt)

Gøta 10 stig (seks umfør – trý niðurløgd)

Klaksvík 8 stig (seks umfør)

Vestmanna 6½ stig (fimm umfør – trý niðurløgd)

Kollafjørður 6 stig (fimm umfør – trý niðurløgd)

B-deildin (støðan um ársskiftið 1974/75)

Miðvágur 15 stig (seks umfør – eitt niðurlagt)

Havnin 12½ stig (seks umfør – trý niðurløgd)

Kollafjørður 11 stig (fimm umfør – tvey niðurløgd)

Sandavágur 8 stig (seks umfør – trý niðurløgd)

Gøta 4½ stig (fimm umfør – eitt niðurlagt)

C-deildin (støðan um ársskiftið  1974/75)

Havnin 15½ stig (sjey umfør – trý niðurløgd)

Miðvágur 13½ stig (seks umfør – trý niðurløgd)

Kollafjørður 12½ stig (seks umfør)

Vestmanna 12 stig (seks umfør – fýra niðurløgd)

Sandavágur 11 stig (fimm umfør – eitt niðurlagt)

Eiði 10 stig (fimm umfør)

Strendur 10 stig (seks umfør)

Toftir 9 stig (fimm umfør)

Gøta 6 stig  (fimm umfør) 

Unglingar (støðan um ársskiftið 1974/75)

Havnin 25½ stig (sjey umfør)

Toftir 13½ stig (seks umfør)

Gøta 13½ stig (seks umfør)

Vestmanna 13½ stig (seks umfør)

Kollafjørður 13 stig (seks umfør)

Sandavágur 9½ stig (seks umfør)

Miðvágur 7 stig (seks umfør)

Eiði 5½ stig (fimm umfør)

Strendur 5 stig (seks umfør)

Í almenna FM-yvirlitinum sæst, at Havnin vann A-deildina, Miðvágur B-deildina, Vestmanna C-deildina og Havnin unglingadeildina.

Miðini munnu vera elsta gerðarbók Talvsambandsins (sum ikki er tøk í løtuni) og graverað yvirlit á ferðasteypum.

Sí eisini

Stutt um 70-ini

Landskappingin byrjaði veturin 1970-71. Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð …