Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1976 – vestmenningar bestir

1976 – vestmenningar bestir

19 ára gamli John Jacobsen átti stóran leiklut í FM-sigrinum hjá vestmenningum í 1976.

1975/76

So vunnu vestmenningar.

Spenningur var til síðsta leik. Havnarmenn vóru í hølunum á vestmenningum, men gjørdust eitt hálvt stig ov stuttir.

Kappingin var umskipað. Liðini telvaðu nú bara ein dyst hvør móti øðrum, ikki úti- og heimadystir sínamillum, sum hini árini. Hetta var galdandi fyri allar deildir. Men hóast kappingin soleiðis var munandi stytt, so stóð kortini á at fáa allar dystirnar í summum av hinum deildunum avgreiddar.

Liðini í A-deildini vóru framvegis fimm, og dystirnir tí einans fýra í alt fyri hvørt av liðunum. Hetta er tí nógv hin stytsta FM-kappingin.

Avgerandi innanhýsis dysturin millum Havnina og Vestmanna endaði javnur. Í seinasta umfari hevði Havnin fyri neyðini at vinna 4-0 í Miðvági fyri at leggja upp á síðuna á vestmenningum, men eitt hálvt stig restaði í, tá avhasað var.

John Jacobsen avgerandi

Hans Petersen, Niels Durhuus, Olaf Durhuus og John Jacobsen mannaðu liðið hjá Vestmanna Talvfelag í nevndu røð í øllum dystum. Tann ungi John Jacobsen var toppskjútti við fullum stigatali. Um somu tíð herjaði hann eisini í Woodkappingini, so her sóust tekin til, at Vestmanna hevði fingið ein nýggjan stórtelvara. Tvey ár seinni var hann føroyameistari og á 1. borði á landsliðnum í OL.

Flest øll borðúrslitini eru tøk, tó vita vit ikki, hvør telvaði remis í dystunum millum Gøtu og Vestmanna og millum Miðvág og Havnina. 

Vaksandi áhugi 

Nøkur nýggj talvfeløg síggjast á fyrsta sinni í landskappingini. Fleiri eru úr Sundalagnum og í Norðstreymoy.

Rókur, sum hevur heimstað á Oyri, hevur lið bæði í C-deildini og unglingadeildini. Annað nýtt felag í C-deildini er Kaldbaks Talvfelag. Í unglingadeildini finna vit eisini Hvalvíkar Talvfelag, ið seinni nevndist Talvfelagið Streymur, og Hósvíkar Talvfelag. 

Kappingin í C- og unglingadeildini var nú skipað í tveir bólkar, men líkt er til, at eingin finala fekst í lag í nakrari deild. 

Eiðis Talvfelag og Sandavágs Talvfelag, sum vinna hvør sín bólk í C-deildini, flyta bæði upp í B-deildina. Sandavágur flutti upp bæði úr C- og B-deildini. Eingin flutti úr A-deildini, afturímóti kemur eitt lið upp aftrat. Veturin 1975/76 eru liðini í A-deildini bara fimm, árið eftir seks. Tí hava bæði Eiði og Sandavágur mestur kunnað flutt upp í B-deildina.

Hví eingin finala fekst í lag í unglingadeildini er óvist, men fleiri dystir standa at síggja til í hálvgum gekki.

Tað ber tí í sær, at eingin vinnari er hvørki í C-deildini ella unglingadeildini.

Úrslitini frá A-deildini eru at finna her: A-deildin 1975/76

B-deildin

Klaksvík 11

Sandavágur 8½

Havnin 7 (ein dystur restar)

Kollafjørður 4½

Vestmanna 2 (ein dystur restar) 

C-deildin (1)

Eiði 10 (eitt niðurlagt talv)

Strendur 9

Toftir 7½

Gøta 6 (eitt niðurlagt talv)

Rókur 4

C-deildin (2)

Sandavágur 10

Havnin 9½

Kollafjørður 6½ (ein dystur restar)

Miðvágur 5½ (ein dystur restar)

Kaldbak 4½ 

Unglingar (1)

Toftir 11½

Gøta 8½ (ein dystur restar)

Eiði 8½ (ein dystur restar)

Strendur 7½

Rókur 7½ (ein dystur restar)

Hósvík 5 (ein dystur restar)

Unglingar (2)

Sandavágur 12½

Havnin 10 (ein dystur restar)

Vestmanna 6½ (tveir dystir resta)

Hvalvík 4 (tríggir dystir resta)

Kollafjørður 3½ (tveir dystir resta)

Miðvágur 3½ (tveir dystir resta)

Sí eisini

Stutt um 70-ini

Landskappingin byrjaði veturin 1970-71. Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð …