Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1978 – tríggir FM-biðlar

1978 – tríggir FM-biðlar

1977/78

Trý lið stóðu í hørðum stríði um FM-heitið, tá farið var undir tíggjunda og seinasta umfar í landskappingini 12. februar 1978.

Kollfirðingar vóru hálvt stig undan havnarmonnum og vestmenningum, og høvdu at síggja til høgligasta dystin av kappingarneytunum.

Kollfirðingar møttu gøtumonnum, sum vóru í vanda at flyta niður. Havnin og Vestmanna áttu dystin sínamillum eftir. Men hvat hendir? Kollfirðingar snáva og tapa 3-1 fyri gøtumonnum, ið sostatt lívbjarga sær í deildini. Kollfirðingar enda tí við 25 stigum.

Nú skuldi FM-heitið avgerast millum Havnina og Vestmanna, ið bæði høvdu 23½ stig. Tá fimm tímar vóru gingnir, var bara eitt talv liðugt. Tað vann Havnin. Hini vórðu niðurløgd. Tá til stykkis kom endaðu øll tey niðurløgdu talvini jøvn. Havnin vann tí 2½-1½ og soleiðis eisini FM-heitið.

Tíverri sæst ongastaðni, hvørjir telva í hesum avgerandi dystunum um FM. Bløðini og útvarpið fylgja toluliga væl við, men tað kemur ikki fyri, at nakar telvari verður nevndur, tá dystir hava verið, og úrslit skulu kunngerast.

Gøtumenn vinna

C- og unglingadeildirnar vórðu ikki skiftar sundur í bólkar hetta árið. Níggju lið vóru í hvørjari deild, og telvað var við úti- og heimadystum, so her vóru nógvir dystir í alt. Gøtu Talvfelag vann báðar hesar deildirnar. 

Á vinnandi unglingaliðnum sóust Jónfinn Thomsen, Jógvan Gregersen, Reinhold Isaksen og Petur Páll Mikkelsen.

A-deildin

Havnin 26

Vestmanna 25

Kollafjørður 25

Klaksvík 19½

Gøta 14½

Miðvágur 10½

B-deildin

Havnin 27½

Toftir 19

Kollafjørður 15

Sandavágur 14½

Eiði 4

C-deildin 

Gøta 43½

Strendur 43

Kollafjørður 41½

Havnin 41

Toftir 37

Sandavágur 27½

Kaldbak 20½

Miðvágur 16

Rókur 14

Unglingadeildin

Gøta 63

Toftir 57½

Rókur 47

Sandavágur 44½ 

Hósvík 36

Strendur 35

Kollafjørður 23 

Eiði 20½

Havnin 10

Sí eisini

1979 – toftamenn í framlopi

1978/79 Tað endaði við einari finalu millum føroyameistaran og uppflytaran. Tofta Talvfelag gjørdi ein ordans …