1973/74
Havnar Telvingarfelag vann meistaraheitið ógvuliga sannførandi.
Ungu hvirluvindarnir Súni Ziska og Luitjen Apol høvdu nú trokað hinar eldru av á ovaru borðunum. Annar vann FM-heitið fyri einstaklingar í 1973, og hin í 1974. Ein triði í røðini av gávuríku, yngru telvarum felagsins, Poul Heri Mikkelsen, var eisini á 1. liði henda veturin. Rubek Rubeksen var staddur uttanlands, og veteranurin Henry Olsen var bara við í einum dysti.
Klaksvíkingar sóust á fyrsta sinni í A-deildini, og teimum eydnaðist at verða hangandi. Men tað var upp á eitt hangandi hár, tí miðvingar endaðu beint í hølunum á teimum. Her hendi tað undarliga í síðsta umfari, at Havnin, sum longu hevði vunnið kappingina, telvaði 2-2 móti miðvingum – uttan dyst. Tað kundi bjargað miðvingum, men klaksvíkingar fingu við flottum javnleiki móti Vestmanna í síðsta dystinum otað seg eitt hálvt stig framum miðvingar. At avtala seg til eitt úrslit uttan at nakar leikur er fluttur tykist bæði ítróttarliga og moralskt ivasamt, men eftir øllum at døma hevur kappingarleiðarin ikki havt heimild at sýta pørtunum sovorðna sáttargerð.
Talvritstjórin á Dimmalætting, Gunnar Reynslág, skrivaði nágreiniliga frá kappingini, tí ber til at seta úrslitini í øllum dystunum upp nágreiniliga.
Tvey nýggj feløg sóust hetta kappingarárið, Tofta Talvfelag og Stranda Talvfelag.
Havnar Telvingarfelag vann annars allar fýra deildirnar hendan veturin.
Úrslitini frá A-deildini 1973/74 eru at finna her: A-deildin 1973/74
B-deildin
1. Havnin 21 stig
2. Gøta 17½
3. Sandavágur 17½
4. Kollafjørður 16
5. Vestmanna 8
C-deildin
1. Havnin 34
2. Gøta 33
3. Kollafjørður 25½
4. Sandavágur 19½
5. Eiði 18
6. Strendur 16
7. Miðvágur 14½
Unglingar
1. Havnin 38½ stig
2. Vestmanna 35½
3. Gøta 26½
4. Kollafjørður 23
5. Toftir 16½
6. Eiði 15½
7. Klaksvík 12½
Talvsamband Føroya Faroechess