1970-71
Spenningur var til síðsta leik!
Fyrsta kappingarárið boðaði frá góðum. Dystast mátti langt út um vanliga leiktíð, áðrenn fyrsti FM-vinnarin í nýggju landskappingini var funnin.
Seks feløg vóru við. Av teimum níggju feløgunum, sum í februar 1970 vóru umboðað á stovnandi aðalfundinum hjá Talvsambandi Føroya, vóru trý, sum ikki luttóku hetta fyrsta árið. Tað vóru feløgini í Klaksvík, Miðvági og Sørvági. Klaksvíkingar og miðvingar løgdu í vaðið árið eftir, men sørvingar komu ongantíð við.
Telvað var í einari í deild henda veturin. Formurin var longu frá byrjan tann, sum vit kenna hann tann dag í dag. Fýra telvarar á hvørjum liði, seks lið, tvinnanda dystir sínamillum. Kappingarárið verður strekt yvir veturin; byrjað verður um heystið, og liðugt er einaferð eftir ársskiftið, ofta í februar, viðhvørt januar, seinni ikki fyrr enn í mars. Vinnarin verður so føroyameistari fyri tað árið, sum kappingin endar í.
Eitt, ið var øðrvísi at byrja við, var, at liðunum stóð frítt, hvussu teir mannaðu seg á teim ymsu borðunum. Tað var líkasum “free-seating”. Tað var ikki sum nú, at telvarar skuldu sita í ávísari røð eftir einum styrkilista, sum var kunngjørdur áðrenn kappingina.
Leiktíðin var 2½ tími til fyrstu 45 leikirnar. Var talvið ikki liðugt eftir fimm tímum, kundi tað leggjast niður og takast upp aftur seinni.
Eins og í Woodkappingini, vóru tað havnarmenn og vestmenningar, sum kappaðust um meistaraheitið. Hini liðini formáddu sær lítið móti teimum, tó at tey kundu bíta frá sær viðhvørt. Eitt nú fingu havnarmenn dygga mótstøðu frá sandavágsmonnum í báðum dystum, annar endaði javnur.
Spenningurin vaks, sum kappingini leið. Fyri seinasta umfar vóru vestmenningar eitt hálvt stig framman fyri Havnina. Mongu niðurløgdu talvini kundu grugga støðuna eitt sindur, tí tað kundi ofta draga út at fáa tey avgreidd.
Í seinasta umfari telvaði Havnin móti eiðismonnum og vestmenningar móti kollfirðingum. Eiðismenn høvdu nógv veikastu manningina, kollfirðingar endaðu triðifremstir, so her var kanska ein møguleiki hjá havnarmonnum at fáa vestmenningar aftur, fóru kollfirðingar at koma teimum til hjálpar.
Havnar Telvingarfelag húsaðist í Losjuni um hetta mundið, tí nýggju felagshúsini stóðu í gerð. Men í Losjuni var ikki altíð telvandi sunnudag, tí almennur dansur hevði verið kvøldið fyri. Hesin seinasti dysturin var telvaður á Hotel Føroyum á Kongabrúnni. Hann endaði 4-0 til Havnina, men hvussu mundi so gangast í Vestmanna?
Vestmenningar løgdu seg á odda 3-0, men talvið á triðja borði var niðurlagt. Har telvaðu Olaf Durhuus og Hanus Joensen, sum longu tá mundi vera sterkasti telvari í Kollafirði, men onkursvegna var hann kortini endaður á triðja borði. Hetta talvið gjørdist nú avgerandi. Vestmenningar høvdu fyri neyðini at vinna, tí endaðu Havnin og Vestmanna jøvn, so vann Havnin FM, tí havnarmenn høvdu vunnið báðar innanhýsis dystirnar.
Maratontelving
Støðan í talvinum var jøvn. Hanus hevði finnu meira, men støðan kundi ikki vinanst, uttan so, at mótparturin fór skeivur. Men tað vóru vestmenningar, sum vildu vinna – við finnu minni.
Dystirnir í seinasta umfari vóru 28. februar 1971. Ikki fyrr enn 13. mars var talvið tikið uppaftur. Telvað var aftur í samfullan dag, men eingin endi fekst á hesum stríði, og tá náttin kom, var talvið niðurlagt á øðrum sinni.
27. mars herjaðu teir á aftur á triðja sinni – nú heima við hús hjá Olafi á Posthúsinum á Heygum. Stúgvandi fult av forvitnum vestmenningum trokaðust um borðið. Og til endans samdust telvararnir um remis. Tá vóru 148 leikir fluttir, og talvið hevði vart í tólv tímar og 35 minuttir. Okkum vitandi longsta talv, sum telvað er í Føroyum.
Hóast føroysku bløðini og útvarpið javnan søgdu frá kappingini, so var ongantíð orð grett um, hvørjir, ið telvaðu. Bara feløgini vóru nevnd. Tí vita vit øgiliga lítið um hvussu gekst í dystunum innanhýsis.
Vanliga manningin hjá Havnar Telvingarfelag var helst henda:
1. Henry Olsen
2. Jóan P. Midjord
3. Jákup Thomsen
4. Rubek Rubeksen
So vita vit, at tann ungi Luitjen Apol var við í onkrum dysti, og líkt er til, at veteranurin Tórarinn Evensen helst var við í øðrum dysti.
Fasta manningin hjá vestmenningum var henda:
1. Hans Petersen
2. Niels Durhuus
3. Olaf Durhuus
4. Samson Højgaard
Úrslitini frá 1. deild 1970/71 eru at finna her: 1. deild 1970/71
Talvsamband Føroya Faroechess