Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1972 – tryggur HT-sigur

1972 – tryggur HT-sigur

Vinstrumegin síggjast tveir av aðalstuðlum Havnar Telvingarfelags í drúgt áramál, Jóan P. Midjord innanfyri og Jákup Thomsen fremri í myndini. Mótstøðumenninir eru Gunnar Joensen og Hans Jacob Petersen.

 

1971-72

Minni spenningur enn árið fyri. 

Havnin og Vestmanna vóru aftur fremst, men hesaferð var nakað á muni. At Havnin vann annan av innanhýsis dystunum heili 4-0 var helst avgerandi.

Manningarnar vóru yvirhøvur tær somu. Hjá Havnini høvdu Jóan Pætur Midjord og Henry Olsen nú býtt um á ovaru borðunum. Fasta HT-manningin var tí henda:

1. Jóan P. Midjord

2. Henry Olsen

3. Jákup Thomsen

4. Rubek Rubeksen

Hvørjir aðrir, ið møguliga hava loyst av í hendinga dystum, vita vit ikki, tí í miðlunum verða telvararnir á ymsu liðunum sjáldan nevndir. Sosialurin og 14. september skriva eitt sindur um kappingina, og útvarpið ber javnan úrslitini, men eingin veruligur talvteigur er enn komin.

Nú var telvað í tveimum deildum. Í A-deildini vóru fremstu fimm liðini frá árinum fyri, Eiðis Talvfelag varð flutt niður, og var tí í B-deildini saman við Havnini, Miðvági, Klaksvík, Kollafirði og Gøtu.  

Klaksvík og Miðvágur eru nýggju feløgini hendan veturin.

Úrslitini frá A-deildini 1971/72 eru at finna her: A-deildin 1971/72

Seinasta yvirlitið yvir støðuna í B-deildini er hendan:

B-deildin

1. Havnin 25 stig (2 niðurløgd)

2. Miðvágur 23

3. Eiði 19½ (2 niðurløgd)

4. Kollafjørður 18½ (1 niðurlagt)

5. Klaksvík 18 (2 niðurløgd)

6. Gøta 9½ (3 niðurløgd)

Sí eisini

Stutt um 70-ini

Landskappingin byrjaði veturin 1970-71. Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð …