Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / 1977 – miðvingar gera ein vørr
Hans Arni Ellefsen var akkersmaður hjá Miðvágs Talvfelag í nógv ár. Her sæst hann á triðja borði í fyrsta landsdystinum móti Íslandi í Reykjavík í 1975.

1977 – miðvingar gera ein vørr

1976/77

Nú var als eingin spenningur um úrslitið. Havnin vann rættiliga sannførandi.

Vestmenningar formáddu sær lítið afturímóti. Líkt er til, at teir vóru ikki mannaðir so væl sum árið fyri. Í øllum førum sæst, at hvørki Hans Petersen ella John Jacobsen eru við í lykladystum.

Hjá Havnini telvaðu Luitjen Apol, Bjarki Ziska, Rubek Rubeksen, Jákup Thomsen og Jóan Pætur Midjord flestu dystirnar.

Mest merkisverda úrslitið er, at Miðvágs Talvfelag endar nummar tvey. Á liðnum eru Hans Arni Ellefsen, Eyðun Samuelsen, Jóhannus Ellefsen og Jákup Ellefsen. Hetta man vera annað bragdið í søgu felagsins. Hitt fyrra var, tá teir vunnu Woodborðið í 1956.

Árið eftir flyta teir úr deildini, og eftir tað eydnast teimum bara eina ferð aftur at vinna seg upp í bestu deildina, men hvørva so á øðrum sinni, og síggjast tá ikki aftur í bestu deildini.

A-deildin

Tey dystarúrslit, sum eru tøk frá A-deildini 1976/77, eru at finna her: A-deildin 1976/77

1. Havnin 28

2. Miðvágur 22½

3. Vestmanna 18½

4. Kollafjørður 18

5. Gøta 17

6. Sandavágur 16

B-deildin

1. Klaksvík 25 stig

2. Havnin 19½

3. Kollafjørður 18½

4. Eiði 11

5. Sandavágur 6

C-deildin (eystur)

1. Toftir 25½

2. Gøta 24

3. Strendur 14

4. Rókur 8

5. Eiði 4½

C-deildin (vestur)

1. Havnin 15

2. Klaksvík 12½

3. Kollafjørður 11

4. Miðvágur 9½

Finala í C-deildini

Toftir – Havnin 5 – 3

Unglingar (eystur)

1. Toftir 26

2. Gøta 22½

3. Rókur 16

4. Strendur 9

5. Eiði 2½

Unglingar (vestur)

1. Havnin 25½

2. Klaksvík 19

3. Miðvágur 13½

4. Kollafjørður 13

5. Vestmanna 9

Finala í U-deildini

Toftir – Havnin 5 – 3

Sí eisini

Stutt um 70-ini

Landskappingin byrjaði veturin 1970-71. Talvsamband Føroya var stovnað 14. februar 1970. Møtt vóru 28 umboð …